Vísindaligt symposium í infektiónssjúkum og immunologi
Týsdagin 27. januar skipar Landssjúkrahúsið fyri heiðurssymposium fyri Jón á Steig, yvirlækna á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Tiltakið verður í Østrøm á Skálatrøð frá kl. 09.00 til 18.00.
Vísindalig skrá fyrrapart (mál: Enskt)
Chairmen: Jan Rasmussen, lækni, ph.d., Medisinski Depilin,Landssjúkrahúsið & Amanda Vang, mýlskur lívfrøðingur, ph.d., Diagnostiski depilin, Landssjúkrahúsið.
09.00-09.05 Vælkomin, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavn
09.05-09.10 Vælkomin til vísindaligu skránna fyrrapart, Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni, Medisinski depilin, Landssjúkrahúsið
09.10-09.25 Infektiónssjúkur og tuberklar – ein sterk klinisk og vísindalig siðvenja í Føroyum, Shahin Gaini, yvirlækni, ph.d., Medisinski depilin, Eindin fyri infektiónssjúkur, Landssjúkrahúsið
09.25-09.40 Nýggir kanningarmøguleikar í Føroyum innan mýlskari heilsuvísind, Svein Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
09.40-09.55 FAPI verkætlanin – sepsis verkætlanin í Føroyum, Marija Todorovic Markovic, lækni og ph.d. lesandi, Medisinski depilin, Eindin fyri infektiónssjúkur, Landssjúkrahúsið og Klinisk Institut, Syddansk Universitet
09.55-10.10 MeFcocc meningokokksjúku verkætlanin í Føroyum, Gunnhild Helmsdal, lækni og ph.d. lesandi, Medisinski depilin, Eindin fyri infektiónssjúkur, Landssjúkrahúsið. Klinisk Institut, Syddansk Universitet og Universiteit van Amsterdam
10.10-10.30 Steðgur
10.30-10.45 Mótstøðuføri og nýtsla av antibiotika í Føroyum, Marita D. Magnussen, medisinskur mikrobiolog og ph.d. lesandi, Háskúli Íslands, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Eindin fyri infektiónssjúkur, Landssjúkrahúsið
10.45-11.00 Flow cytometry – ein nýggjur kliniskur og vísindaligur kanningarháttur fyri kyknugreining á Landssjúkrahúsinum, Amanda Vang, mýlskur lívfrøðingur, ph.d., Diagnostiski Depilin , Landssjúkrahúsið
11.00-11.15 Títtleikin av tuberklum í Føroyum árini 1951-2000, Torkil á Steig, yvirlækni, Medisinski depilin, Eindin fyri Nýrasjúkur, Landssjúkrahúsið
11.15-11.30 Blóðmottur (Ixodidae) í føroyska umhvørvinum, William Simonsen, lívfrøðingur og verkætlanarleiðari, Náttúrugripasavnið
11.30-11.45 Títtleikin av inflammatoriskum tarmsjúkum í Føroyum frá 1960-2014, Kári Rubek Nielsen, yvirlækni og verkætlanarleiðari, Medisinski depilin, Eindin fyri maga-tarmsjúkur, Landssjúkrahúsið
11.45-12.00 Malignar blóðsjúkur í Føroyum, Bjarni á Steig, yvirlækni og verkætlanarleiðari, Medisinski Depilin, Eindin fyri blóðsjúkur, Landssjúkrahúsið
12.00-12.15 Epidemiologi innan krabbamein í Føroyum – Dáta frá tí føroysku krabbameinsskrásetingini, Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðslufulltrúi & Master of Human Health, Medisinski depilin, Landssjúkrahúsið
12.15-13.15 Døgurðasteðgur
Vísindalig skrá seinnapart (mál: Enskt)
Chairmen: Svein Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya & Shahin Gaini, yvirlækni, ph.d., Medisinski depilin, Eindin fyri infektiónssjúkur, Landssjúkrahúsið
13.15-13.20 Vælkomin til vísindaligu skránna seinnapart, Svein Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
13.20-13.50 “Next generation sequencing” í pneumokokk og streptokokk vísindaligum kanningararbeiði, við dømum frá trans-atlantiskum granskingarsamstarvi, Karl G. Kristinsson, professari í kliniskari mikrobiologi, Háskúli Íslands
13.50-14.20 Gransking í álvarsamari invasivari bakteriellari ígerð, Court Pedersen, professari í infektiónssjúkum, Syddansk Universitet
14.20-14.50 Gransking innan infektiónssjúkur í Íslandi – søgan og framtíðar møguleikar, Magnús Gottfredsson, professari í Infektiónssjúkum, Háskúli Íslands
14.50-15.20 Vektor-bornar og zoonotiskar infektiónir í einum broytandi umhvørvi – møguleikar fyri norðurlendskum samstarvi, Sigurður Skarpheðinsson, tilknýttur professari í Infektiónssjúkum, Syddansk Universitet
15.20-15.40 Steðgur
Heiðursfyrilestrar fyri yvirlækna Jón á Steig (Mál: Føroyskt/Danskt/Skandinaviskt)
15.40-15.45 Vælkomin til heiðursfyrilestrar, Torkil á Steig, yvirlækni, Medisinski depilin, Eindin fyri nýrasjúkur, Landssjúkrahúsið
15.45 – 16.30 Tað eksperimentella grundarlagið fyri krabbameinsviðgerð, Hans Skovgaard Poulsen, tilknýttur professari, Department of Radiation Biology, The Finsen Center, Copenhagen University Hospital & President, Scandinavian Society for Neuro-Oncology
16.30 - 16.35 Takk fyri luttøkuna, Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni, Medisinski Depilin, Eindin fyri Blóðsjúkur, Landssjúkrahúsið
16.35-18.00 Móttøka Østrøm
Fyrireikarar
Shahin Gaini, yvirlækni ph.d., Bjarni á Steig leiðandi yvirlækni, Torkil á Steig, yvirlækni, Jan Rasmussen, 1. hjálparlækni ph.d. frá Medisinska Deplinum og Sigurð Ò. Vang stjóri fyri Landssjúkrahúsið.