c5b64084f1bf1545731c4a7ef1939592.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.05.2015

Vísindaligt kjak um innannøring í Føroyum

Herfyri staðfestu granskarar á Syddansk Universitet og Karolinska Instituttet í vísindaligari grein, at innannøring í Føroyum ikki sær út til at vera eina vandafaktorur í sambandi við at fáa dissemineraða Sklerosu - MS.

Greinin stendur í tíðarritinum Multiple sclerosis (Houndmills, Basingstoke, England) og kallast “High inbreeding in the Faroe Islands does not appear to constitute a risk factor for multiple sclerosis”. Høvundarnir eru S. Binzer, K. Imrell, K. O. Kyvik, M. Binzer, J. Hillert og E. Stenager.

Poul Joensen, neurologur dr.med., hevur skrivað eitt aftursvar til hesa grein í sama tíðarriti. Hann er samdur í niðurstøðuni, at innannøring ikki sær út til at vera ein vandafaktorur, men hann vísir á tvey viðurskifti í greinini, sum hann metir ikki eru røtt.

Hann vísir í fyrsta lagi á, at tað ikki er rætt, sum greinaskrivararnir siga, at tað ikki áður er gjørd kanning í Føroyum av hesum evni. Hann vísir til kanning, sum hann sjálvur hevur staðið fyri, sum var almannakunngjørd í samandrátti í 2010. Niðurstøðan var, at tað ikki finnast tekin um at fólk við MS eru nærri skyld enn restin av fólkinum í Føroyum.

Harafturat vísir hann á, at faktorurin fyri skyldskap, sum verður lagdur fram í nýggju greinini, eru 3 ferðir so høgur, sum tann í kanningini frá 2010, ávikavist 0,018736 og 0,0067. Poul Joensen vísir til, at talið fyri skyldskap í Hetlandi er 0,00592, meðan tað fyri Føroyar í hansara kanning var 0,0067. Hann metir útfrá hesum, at nýggja talið ikki er eftirfarandi.

Samandráttur av nýggju greinini sæst her

Aftursvarið kann lesast her  (krevur hald)

Samandrátturin av greinini frá 2010 kann lesast her