Vísindalig grein í altjóða tíðarriti um umsiting av fiskivinnu
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og leiðari á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, hevur saman við øðrum granskararum útgivið eina vísindaliga grein í altjóða tíðarritinum "International Journal of Humanities and Social Science".
“Fisheries management systems and Risk Perception amongst Fishermen in Iceland, Faroe Islands, and UK” er heitið á vísindaligari grein sum Ingi Runar Edvardsson (University of Akureyri), Diana Tingley (Offshore Environment Solutions Ltd. UK), Johann Asmundsson (University of Akureyri), Alexis J. Conides (Hellenic Centre for Marine Research, Greece), Ben Drakeford (University of Portsmouth, UK) , og Dennis Holm (Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning) hava skrivað. Greinin er í apríl útgávuni í vísindaliga tíðarritinum International Journal of Humanities and Social Science.
Greinin viðgerð um ymiskir hættir at stýra / umsita fiskivinnuna hava ávirkan á hvussu fiskimenn meta váðar fyri fiskivinnuna. Greinin er grundað á kanningar gjørdar í trimum evropeiskum londum, Íslandi, Føroyum og Stóra Bretlandi, í 2007.
Høvuðsspurningurin viðgjørdur í greinini er hvørt tveir ymiskir hættir at umsita fiskivinnuna hava ymiska ávirkan á hvussu fiskimenn meta váðan hjá fiskivinnuni. Talan er um kvotaskipanina í Íslandi og Stóra Bretlandi (TAC = Total Allowed Catch) og fiskidagaskipanina í Føroyum (TAE = Total Allowed Effort).
Úrslitini í kanningini vísa millum annað at fiskimenn, sum virka undir kvotaskipanum, í størri mun enn fiskimenn undir dagaskipanini, meta politisku og umsitingarligu stýringina verða ein váða fyri fiskivinnuna. Fiskimenn, sum virka undir fiskidagaskipanina meta hinvegin í størri mun enn fiskimenn undir kvotaskipanini, at ovurfisking, minking í fiskastovnum og ávirkan á umhvørvið hjá fiskinum er ein váði fyri fiskivinnuna.
Greinin kann lesast á heimasíðuni hjá vísindaliga tíðarritinum International Journal of Humanities and Social Science, sum er her. www.socdev.fo