976da1a1a34baf04d7a3ba9728b15305.jpg
Skriva út
Lagt út: 23.05.2008

Vísdómur og ró við aldrinum

Heilin kann sum hann eldis taka til sín fleiri upplýsingar og hevur breiðari fokus við uppmerksemi. Harafturat eru eldri bæði friðaligari og róligari enn ungdómurin.

Á Forskning.no stendur í hesum døgum søga við nýggjum granskingarúrslitum um minni og aldur.

Vi halda ofta eldri fólk verða gloymsk og óskipað. Fyri summi, t.d. tey, sum líða av Alzheimers, kann hetta sjálvsagt vera rætt. Hinvegin vísa fleiri nýggjar kanningar, at hendan fatanin kann verða heilt skeiv.

Í greinini verður víst á, at heilin arbeiðir ørvísi, so hvørt vit eldast. Vit kunnu t.d. verða betri til at loysa trupulleikar.

Les alla søguna á www.forskning.no har slóðir eru til meira tilfar um evnið.