0845159691ab3c90a3272402549eee4d.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.08.2008

Virus á havsins botni


Virus hava týðandi leiklut í vistfrøðiskipanum á djúpum vatni. Tað er niðurstøðan í eini verkætlan, ið ES hevur stuðlað. Úrslitini eru almannakunngjørd í tíðarritinum Nature.

Kanningarúrslitini vísa, at virus er størsta deyðsorsøkin hjá smáum kyknum, sum liva á botni. Føðsluevni sum hesi deyðu kyknini geva frá sær, tá tey doyggja, verða skjótt upptikin av øðrum livandi verum. Á henda hátt er virus við til at økja spjaðingina av kolevni og køvievni í vistskipanini.  

Granskarar hava leingið vitað, at virus hevur verið atvoldin til høgan deyðstíttleika uppi í sjónum, men ikki fyrr enn nú hevur ein umfatandi kanning verið gjørd av støðuni á djúpvatnsbotninum. Tekniskt hevur tað verið ein avbjóðandi uppgáva at fingið fatur á tilfarinum frá botni, umframt avbjóðingina við, at kanningarnar mátti gerast undir sera høgum trýsti og lágum hita.  

Lesið meira á tíðindaportalinum hjá ES-gransking: Cordis og á heimasíðuni hjá verkætlanini