983ac2e5c6e0801e5fba523c918372de.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.04.2010

Virðir og hugsanir hjá europearum


European Social Survey (ESS) er kanning av sosialu og politisku fatanunum hjá europearum, sum síðan 2001 hevur verið kannað í fýra umførum (2002, 2004, 2006, 2008/9).
Fíggingin til at gera arbeiðið stavar frá Europa kommisiónini og 34 ymiskum nationalum granskingarráðnum.

Við heimasíðuna hjá Forsknings og Innovationsstyrelsen sigur, Torben Fridberg, sum stendur aftanfyri danska partin av kanningunum, at ‘tann høga góðskan hjá ESS og lætta atgongdin til tilfarið merkir, at ikki einans granskarar, men lesandi og embætisfólki dúgliga nýta tilfarið.’

ESS byggir á persónligar samrøður og fevnir um tveir høvuðspartar. Annar parturin snýr seg um spurningar, sum eru ein í teimum ymisku umførunum og hin um spurningar sum kunnu broytast. Á hendan hátt kann ein broyting í fatanini hjá europearum staðfestast í kanningunum.

Teir føstu spurningarnir snúgva seg eitt nú um áliti á stovnar, luttøku í politiskum virksemi, sosial og politisk virði, tjóðskaparligan og trúarligan samleika.
Hevur tú hug at vita meir um hvussu europearar hugsa um alskyns evni, legg so leiðina framvið heimasíðuni hjá ESS

Slóðir til ESS:

ESS heimasíðan
ESS tilfar
Útgávur grundaðar á ESS tilfar