Vinnumenning ein týðandi táttur í Horizon 2020
Gongst sum ætlað, so verður uppskotið til ES-granskingarskrá fyri tíðarskeiðið 2014 til 2020 sett í verk seinni í ár. Granskingarskráin, sum verður nevnd Horizon 2020, tekur um endan har 7 rammuskráin sleppur, og greitt er, at har eru munandi broytingar í nýggju rammuskránni. Serliga eru broytingar í mun til vinnufyritøkur, sum nú er settar í miðdepilin at skapa nýggj arbeiðspláss til eitt Evropa sum stríðist við at koma úr fíggjarkreppuni.
Ætlanin er, at nýggj vitan serliga innan meira burðardyggar loysnir fyri tilfeingisnýtslu, framleiðslu og varðveitslu skulu verða snúningsdepilin fyri menningini av grønari vinnu í Evropa. Onkur vil vera við, at Horizon 2020 rammuskráin øll sum hon er, snýr seg um at verja umhvørvið á onkran hátt - og tað er kanska ikki heilt av leið. Hetta speglast aftur í, at meira enn helvtin av fíggjarætlanini er ætlað til burðardyggari loysnir, og ein triðingur til menning og gransking innan økir, sum eru tengd at veðurlagsbroytingum.
Eitt nýtt amboð verður nevnt SME Instrument. SME er ein stytting fyri smáar og miðalstórar vinnufyritøkur við árligum umsetningi á í mesta lagi 50 mió. evrur og við í mesta lagi 250 ársverkum. Hetta er eitt serligt átak, sum ES setir í verk undir Horizon 2020 fyri at fáa ferð á arbeiðsmarknaðin aftur. Ætlanin er, at hetta skal verða ein stórur styrkur, tí skotið er upp, at seta munandi upphæddir av til endamálið.
Allar fyritøkur í Føroyum sum kunnu bólkast sum SME hava, eins og granskarar í Føroyum, atgongd at søkja stuðul úr ES , tí verður mælt føroyskum fyritøkum til at kanna hendan nýggja táttin væl. Málbólkurin hjá ES eru vinnufyritøkur, sum meta seg hava eitt gott hugskot til dømis til at menna burðardyggari loysnir, eitt nú við orkusparandi atgerðum, ella onnur “grøn” hugskot, sum tey ynskja at menna til ein altjóða marknað. Sum skilst, so hevur Horizon 2020 nógv at bjóða teimum røttu.
Sum nakað nýtt, so er ikki neyðugt at hava samstarvspartnarar fyri at fáa stuðul úr SME Instrument - hvørki her heima ella uttanlands - og stuðulin frá ES kann verða upp til heilar 70% av útreiðslunum. Tú nýtist ikki hava nakað lidna verkætlan, bara eitt gott hugskot, og ætlanin við SME Instrument er, at ein verkætlan kann fevna um eitt ella fleiri trin á vegnum frá uppskoti til ein vøra ella tænasta er klár at marknaðarføra. Treytin er sjálvandi, at ES metir uppskotið er vert at satsa uppá - og at vøran ella tænastan, sum ætlanin er at menna, er nýggj, ikki neyðturviliga nýggj í altjóða høpi, men nýggj har og til tað endamálið, sum hon skal nýtast.
Í Horizon 2020 SME Instrument ætlar ES at stuðla vinnufyritøkum í mun til umsiting av verkætlanum, soleiðis at hetta sum oftani verður sæð sum ein høg gátt í mun til ES og verkætlanarstuðul, ikki skal blíva ein tung umsitingarlig byrða hjá vinnufyritøkunum. Minst møguligt roks, og mest møgulig ítøkilig úrtøku altso! Her verða ikki árligar umsóknarfreistir eins og í granskingarpartinum, men heldur høvi at senda umsóknir leypandi (við ávísum avmarkingum).
Horizon2020 tekur við 1 januar 2014, og tey fyrstu útboðini verða væntandi kunngjørd longu í januar mánað, so tað er bara um at handla skjótt. Um ES klárar at liva upp til sínar ætlanir um at stytta munandi um leiðina frá tanka til farast kann í gongd við stuðli frá Horizon 2020, so verður mett at til ber at fara í gongd við nýggjar verkætlanir longu tíðliga á heysti 2014. Til samanberingar kann nevnast, at innan granskingarskránna við heitinum “Samfelagsligar avbjóðingar”, sum fevnir um eitt nú umhvørvi, veðurlag og tilfeingi, verða fyrstu útboðini kunngjørd 11. desember og fyrstu formligu umsóknarfreistirnar í mars/apríl 2014. Eisini her verður roknað við at til ber at fara undir fyrstu verkætlanirnar á heysti 2014.
Eitt, sum er vert at leggja merki til hjá okkum, er at Norðuratlantshavið verður eitt av raðfestu økjunum við støði millum annað í sonevndu Galway Declaration, sum varð samtykt í Írlandi fyrr í ár. Harumframt eru lunnar lagdir fyri granskingarætlanir, sum hava fokus á tað arktiska økið.
Alt hetta má takast við fyrivarni, tí formliga er skipanin ikki samtykt enn, men tað verður ikki roknað við at tað verða munandi broytingar í seinastu løtu. Nógv meira verður at frætta um Horizon 2020 á gransking.fo næstu vikurnar.
Meira fæst at vita hjá føroysku NCP umboðunum í Horizon 2020, sum síggjast her.
Til ber eisini at lesa um SME Instrument og hini amboðini í Horizon 2020 her