Vinnarar av Vitan á skák kappingunum
Fýra kappingar vóru á tiltakinum Vitan á skák, har fólk skuldi gita, hvussu nógv var í ymsum íløtum.
Leygardagin kl 15.30 varð avdúkað, hvørji røttu svørini vóru, og hvør hevði gitt rætt ella nærmast við rætta svarið.
Nytrur
Tað vóru 3353 nytrur í spagettiglasinum. Fólk gittu alt frá 150 til langt yvir 10.000 nytrur. Vinnarin av kappingini var Magnus M. Johannesen úr Miðvági, sum gitti at tað vóru 3400 nytrur í.
Bóltar
Tað vóru 118 bóltar í stóra hyasintglasinum. Tvey gittu 120 bóltar. Nærmast við rætta svarið var 1 ára gamli Jógvan í Lon úr Hoyvík, sum gitti 117 bóltar.
Yngul
Tað vóru 37 laksayngul í akvariinum. Fleiri høvdu gitt rætty, so lutakast varð millum hesi. Hepni vinnarin av lutakastinum var Maria Madsen úr Havn.
Litrar av vatni
Tað vóru 94 litrar av vatni í akvariinum. Her vóru fleiri nær við, men bert ein kollgitti. Tað var Svanna Maria L. Magnussen úr Miðvági.
Vinnararnir hava fingið boð og fáa hvør sítt gávukort á 250 kr til Rit&Rák sendandi.