Vilja stytta um lívið fyri at fáa ideal-kroppin
Skulu vit trúgva eini spurnarkanning, ið bretskir studentar hava gjørt, so vilja nógvar kvinnur ofra í minsta lagi eitt liviár, um tað hevði givið teimum ideal-kroppin.
16 prosent av teimum 320 spurdu kvinnunum, vilja stytta um lívið hjá sær við einum ári fyri at fáa ein perfektan kropp.
Tað vísir ein kanning, ið vigar lívsneyðugar fyrimunir ímóti ynskinum um ideal-kroppin.
Tíggju prosent høvdu farið enn longri, um tær kundu. Tær høvdu ofrað tvey til fimm ár, meðan tvey prosent høvdu ofrað heili tíggju ár av teirra lívi, um tað gav teimum dreymakroppin í dag.
Sambært kanningini halda eitt prosent av kvinnunum, at útsjónd er so týdningarmikil, at tær fegin vildu uppgivið 21 ár ella meira fyri at fáa perfektu útsjóndina.
Løn og sosialt lív mótvegis kroppinum
Kvinnurnar fingu eisini møguleika at velja aðrar fyrimunir frá enn liviár í býti fyri tað, tær sóu sum teirra ideal-kropp.
Millum annað vildu sjey prosent av kvinnunum heldur valt at røkka teirra ideal-vekt enn at fáa ein sunnan kropp.
Áleið 13 prosent vildu farið 5.000 pund niður í árslønini, áleið 42.000 krónur, og átta prosent høvdu takka nei til eitt betri starv.
Níggju prosent vildu taka tíð burtur frá makanum og vinum og sjey prosent vildu ofra tíð frá familjuni, um tað gav teimum dreymakroppin, skrivar nettíðarritið “Livescience”.
- Kropstilvitan er ikki avmarkað til tannáringar
Granskarar undirstrika, at hóast teir ikki hava spurt so nógvar kvinnur, so siga teir, at úrslitið er umboðandi allar kvinnur.
Nærum helmingurin av teimum spurdu, søgdu seg verða blivnar happaðar orsakað av teirra útsjónd, og 93 prosent søgdu, at tær síðstu vikuna høvdu hugsað neiligar tankar um teirra útsjónd.
Kvinnurnar í kanningini vóru í miðal 25 ár. Sjálvt um 78 prosent av teimum lógu á miðalvekt ella undirvekt, føldu 79 prosent av teimum, at tær áttu at tapt nøkur kilo.
- Úrslitini siga nakað um, at kropsfatanin er ein trupulleiki hjá øllum kvinnum, og ikki bara ungum kvinnum, sum vit ofta halda, sigur ein av granskarunum, Philippa Diedrichs á University of the West of England (UWE) í einum tíðindaskrivi.
Kelda: forskning.fo