Viðgerð av uppskoti til fíggjarlóg fyri 2013
Fíggjarnevnd Løgtingsins viðgerð í løtuni uppskotið til fíggjarlóg fyri 2013. Seinastu dagarnar hava aðalráðini arbeitt við at svara spurningum, sum fíggjarnevndin hevur sent aðalráðunum um ymsu málsøkini.
Nakrir av spurningunum vóru um játtanina til Granskingarráðið og til ES-granskingarskránna. Svarið frá Mentamálaráðnum kann lesast á heimasíðu Løgtingsins (s. 15 í PDF skjalinum).
Í fíggjarlógaruppskotinum verður mælt til somu játtan til fyrisiting stovnsins og til Granskingargrunnin til stuðul í 2013, sum í 2012. Játtanin til ES-granskingarskránna er eitt vet hægri enn í 2012, hetta er samsvarandi sáttmálanum við ES um granskingarsamstarv.