Viðgerð av lógaruppskoti um stuðul og ráðgeving til gransking, menning og nýskapan
Í dag var 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan í Løgtinginum. Uppskotið við viðmerkingum kann lesast á heimasíðu Løgtingsins
Eftir framløgu frá framsøgufólkununm og viðmerkingar frá Jenis av Rana, landsstýrimanni í granskingamálum varð málið beint í Mentanarnevndina.
Granskingarráðið hevur arbeitt saman við Uttanríkis og Mentamálaráðnum um hetta málið, sum byggir á álit, sum ein arbeiðsbólkur handaði Mentamálaráðnum í 2018.
Sí eisini tíðindi frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, tá lógaruppskotið varð borið Løgtinginum her