Verkstova um umsóknina til Horizon 2020
Fríggjadagin 11. mai kl. 9 skipar Granskingarráðið fyri verkstovu um umsóknina til Horizon 2020
Melanie Büscher frá donsku fyritøkuni Brain2Business fer at standa á odda fyri verkstovuni. Melanie hevur útbúgving og drúgvar royndir sum skeiðshaldari og National Contact Point í donskum og evropeiskum høpi. Í verkstovuni verður arbeitt við tí, sum neyðugt er at leggja dent á og vera tilvitaður um, tá ið søkt verður um stuðul úr Horizon 2020.
Verkstovan verður í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncks gøta 25, niðasta hæddin. Byrjað verður kl. 9 og talan er um tiltak, sum er fulltíðararbeiðsdag.
Hevur tú hug at luttaka, verður tú biðin um at boða frá luttøku skjótast til ber og í seinasta lagi fríggjadagin 4. mai kl. 12.
Luttøka verður fráboðað í telduposti til maria@gransking.fo
Fyri spurningar og annað ber til at seta seg í samband við Mariu Húsgarð á tel: 567802 ella maria@gransking.fo
Les meira um Brain2Business her