Verkstova um orku í FP7
Verkstova um netverk og um at finna samstarvsfelagar til verkætlanir innan ORKU í FP7
Hósdagin 5. februar 2009 verður ein verkstova um gransking innan ORKU í FP7. Verkstovan er ætlað fyritøkum, ið arbeiða við orku, og sum vilja finna netverk við komandi ES-verkætlanum fyri eyga.
Verkstovan verður í Keypmannahavn, hjá Dansk Energi, Rosenørns Allé 19, Frederiksberg (metro-støð: Forum).
At finna samstarvsfelagar og at gera netverk er lopfjølin hjá fyritøkum, sum vilja luttaka í ES-verkætlanum. Á verkstovuni fáa fyritøkur, sum arbeiða við orku, framløgur um tey mongu hjálparamboðini, ið finnast.
Verkstovan er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til.
Les meira um verkstovuna og melda teg til her.