6b2da6aa31392fffafc9d6e290e34694.gif
Skriva út
Lagt út: 28.02.2008

Verkstova um akvakultur í juni

Verkætlanin AquAgriS (Environmental management reform for sustainable farming, fisheries and aquaculture) skipar fyri verkstovu um akvakultur í Lecce, Italiu, í døgunum 11. og 12. juni í ár.

AquAgriS verkætlanin granskar í, hvussu burturkast frá alivinnu, fiskivinnu og vinnum innan akvakultur verður handfarið. Hendan verkstovan snýr seg um akvakultur.

Fleiri serfrøðingar innan spillivatn halda fyrilestur á ráðstevnuni. Eisini luttaka granskarar frá AquAgriS. Verkstovan er ókeypis, er fyri øll, ið eru áhugað í akvakulturi og í fiskivinnu.

Les meira her.