Vágsbotnur Granskingarráðið
Skriva út
Lagt út: 05.04.2024

Verkstova fyri granskarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum

Granskarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum fara í døgunum 19. - 21. august at savnast til eina verkstovu í Norðurlandahúsinum, sum Norðurlendski Ráðharrastovnurin hevur latið fígging til.

Á verkstovuni verður høvi hjá granskarunum at hugsavna seg um týðandi vísindalig mál av felags áhuga, sum ætlandi kunnu geva íblástur til framtíðar vísindaligt samstarv millum londini.

Ongar avmarkingar eru fyri, hvørji evnir kunnu verða viðgjørd á verkstovuni, men nøkur lyklaorð eru ásett. Tey eru grøn orka, sosialvísindi, trygd/geopolitikkur, hav, veðurlag og bláur búskapur, burðardygd og mentan og heilsa/arvafrøði.

Granskingarráðið, Grønlendska Granskingarráðið, Rannis - Íslendski Depilin fyri Gransking - og Íslendska Arktiska Samstarvsnetverkið skipa fyri verkstovuni.

Pláss er fyri 50-60 luttakarunum á verkstovuni.

Umsóknir um at luttaka skulu verða Granskingarráðnum í hendi í seinasta lagi 24. apríl.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining sæst her.

Søkjast kann um luttøku her.