39d84c4ad691fe258eda5a6749a707c8.png
Skriva út
Lagt út: 03.07.2009

Verkætlanin Retail in Rural Areas væl í gongd


Fyrr í ár byrjaði altjóða verkætlanin Retail in Rural Areas – á føroyskum At menna handil í útjaðararnum – sum er in altjóða verkætlan, sum er fíggjað av NPP (Northern Periphery Programme) og m.ø. NORA. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er føroyski parturin av verkætlanini, sum eisini fevnir um granskarar úr Finnlandi, Svøríki, Norra, Skotlandi, Írlandi, Norðurírlandi, Íslandi og Grønlandi.

Les eisini meiri um verkætlanina á heimasíðuni www.socdev.fo undir gransking og verkætlanir.

Verkætlanarfundur í Stornoway
Á Granskingardeplinum eru tað Olga Biskopstø og Dennis Holm, sum arbeiða við verkætlanini og í vikuni hava tey verið í Stornoway á Hebridunum, har verkætlanarfundur hevur verið. Á fundinum kundi staðfestast, at fyrsti parturin av verkætlanini er komin væl í gongd. Hartil eru fyrireikingarnar til 2. og 3. part eisini at kalla lidnar. Verkætlanin er í trimum pørtum og hevur Granskingardepilin leiðsluna av tí síðsta partinum av verkætlanini, sum fevnir um at seta í verk granskingarúrslitini.

Lokali handilin í Uig
Ein partur av ferðini í Stornoway fevndi um at vitjað ein handil í einum útjaðarøki. Hesin handilin, sum hevur eina sermerkta søgu, var í Uig á vestursíðuni á oynni Lewis (har Stornoway eisini er). Fram til 2003 var handilin rikin eins og fleiri smærri handlar í útjaðaranum í Føroyum, av einum pari, sum royndi at fáa endarnir at røkka saman. Men við fallandi inntøku góvu tey í 2003 upp og lýstu handilin til sølu.

Tað búgva umleið 400 fólk í Uig og tað tekur umleið 45 minuttir at koyra úr Uig til Stornoway, har nærmastu handlarnir eru. Av somu orsøk mettu fólk í Uig, at tað var alneyðugt at forða fyri at handilin lat aftur ella at handilshúsini vórðu seld øðrum og umbygd til t.d. vanlig bústaðarhús.

Av somu orsøk varð kallað saman til almennan fund, har málið varð umrøtt. Og í tíðarskeiðinum frá juni til oktober í 2003 vóru fleiri almennir fundir, har arbeitt varð við at fáa keypt handilin. Endin varð, at fólk í Uig stovnaðu eitt kooperativ / eitt bygdafelag, sum skuldi reka handilin. Og við stuðli frá oyggjaráðnum varð ein grunnur stovnaður, sum keyptu handilin. Bygdafelagið fekk í lag samstarv við Skotsku Keypsamtøkuna, sum er ein av teimum størstu í Stóra Bretlandi, og skapti á tann hátt gott grundarlag undir bæði vøruúrval, góðsku og prís.

Í 2002 var samlaða sølan í handlinum komin niður á umleið 2,1 mió. kr. Og tá tey yvirtóku handilin í februar í 2004 høvdu tey sum málsetning at økja um søluna, so at hon fór upp um 2,6mió. kr. um árið. Í samband við yvirtøkuna gjørdu tey eisini smærri broytingar í handlinum. Hóast trupla byrjan fór sølan í 2003 uppum 2,6 mió. kr.

5 mió. kr. í stuðli til útbygging
Góða gongdin helt áfram í 2004 og gjørdu tey tá eisini av at víðkað um handilin. Søkt varð um stuðul til útbygging av handlinum og víðkan av tilboðunum og tænastunum, sum handilin skuldi rúma. Og tilsamans fingu tey umleið 5 mió. kr. í stuðli til útbyggingina. Størsti parturin av stuðlinum kom frá bretska Big Lottery grunninum, sum hevur ásett ein serligan part til stuðul av menning í útjaðaranum. Hin parturin kom frá menningargrunnum á Hebridunum og frá skotskum útjaðaragrunnum.

Multi-shop
Í dag er Uig Community Shop / Bygdahandilin í Uig ein sera innbjóðandi handil við nógvum ymiskum tilboðum og tænastum. Umframt at selja matvørur, drykkivørur og bensin, er eisini postavgreiðsla og sjálvtøka í handlinum. Hartil er ein kafé-krókur og eitt lítið framsýningarøkið, har lokal list verður sýnd fram. Í handlinum er eisini vaskarí, við vaskimaskinu og turkitrumlu. Fundarhøli við øllum hentleikum, herundir góðum internetsambandi, sum ger tað møguligt at hava fundir umvegis stórskíggja, er eisini í handlinum. Í samband við útbyggingina varð eisini nýggj goymsla gjørd, sum eisini fevnir um eina køligoymslu, sum ger tað møguligt at hava frískar vørur allar dagar.

Nýggju tilboðini hava ført við sær eina øking í søluni í handlinum. Talið av vitjandi er eisini økt munandi, nú tilboðini fevna um annað enn bara matvørusølu. Í 2008 fór samlaða sølan uppum 4,4 mió. kr.

Umframt at tað er áhugavert, at handilin er vorðin ein sokallað multi-shop við breiðum úrvali av vørum og tænastum, so er sjálvur bygnaðurin av felagnum, sum rekur handilin, eisini áhugaverdur. Sum nevnt rekur eitt bygdafelag, eitt kooperativ, handilin. Ein hvør kann gerast limur í bygdafelagnum, sum eisini hevur limir úr øðrum londum enn bara á Hebridunum. Hvør partur kostar 25 pund (umleið 220 kr.) og kann ein og sami eigari í mesta lagi eiga 10 prosent. Tá atkvøtt verður á aðalfundi, so hava allir eigarar 1 atkvøðu, líkamikið hvussu nógv teir eiga.

Ein annar áhugaverdur lærdómur frá lokala handlinum í Uig er, at tey í Uig valdu at tillaga seg til broyttar umstøður og hava hesa tillagingar verið sera væleydnaðar – og er hetta eisini nakað, sum handlar í útjaðaranum í Føroyum kunnu læra nakað. Júst hetta er eisini endamálið við verkætlanini Retail in Rural Areas.

Les eisini meiri á heimasíðu okkara www.socdev.fo og á heimasíðuni hjá verkætlanini Retail in Rural Areas www.rrr-project.net.