Verkætlanin "FarGen – genom føroyinga" fer nú til verka
Eftir langa tíð við fyrireikingum og samráðingum við donsku myndugleikarnar um játtanina, sum skuldi latast FarGen verkætlanini, er nú komið so langt, at til ber at seta hol á ítøkiliga vísindaliga arbeiðið. Samstundis hevur verkætlanin nú fingið heitið FarGen – genom føroyinga.
Í hesum døgum lýsir Ílegusavnið eftir tveimum fólkum, sum skulu arbeiða við FarGen verkætlanini. Søkt verður eftir einum verkætlanarleiðari fyri undirstøðu-kervispartin av verkætlanini. Hesin skal standa fyri at fremja arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum. Starvið er fulltíðarstarv. Søkt verður eisini eftir einum kunningarsamskipara, sum skal standa fyri arbeiðinum at kunna um Fargen verkætlanina, og at útvega fólk at luttaka í verkætlanini. Hetta starvið er hálvtíðarstarv.
Bæði størvini eru tíðaravmarkað fram til juli 2017. Ætlanin er at seta bæði størvini sum skjótast. Umsóknarfreistin er 14. september.
Les meira um førleikakrøv og setanartreytir her
Bakgrund og endamál
Til at menna granskingarundirstøðukervið hjá Ílegusavninum, soleiðis at nýggir møguleikar fyri nútíðar genomgransking av føroyska fólkinum kunna fremjast í framtíðini, er ætlanin gera eitt savn í vevnaðarskránni við talgildum DNA, tvs. lisnum, ikki hagfrøðiliga greinaðum, genomun hjá 1500 føroyingum. Í fyrsta umfari verður bert kemiska analysan av arvastronginum gjørd, kannað verður ikki, hvat kemisku úrslitini siga um sjúkur og eginleikar. Arvastrongurin er samansettur av fleiri milliónum basupørum, sum seinni skulu greinast fyri at geva meining. Tey kemisku úrslitini verða goymd í Ílegusavninum sum ikki hagfrøðiliga greinaðar fílur á harðdiskum. Upplýsingarnar í hesi skrá eru vardar soleiðis, sum lógin ásetur, at ílegur eiga at verða vardar. Fyri tey, sum játta at verða við í verkætlanini, merkir tað, at tey skulu lata eina blóðroynd. Tey fáa onga vitan aftur um kemisku analysurnar, fyrr enn tey møguliga verða boðin at luttaka í eini granskingarverkætlan. Tað merkir, at tey, sum játta, kunnu fáa fleiri fyrispurningar um at luttaka í granskingarverkætlanum, og avgera tey sjálvi, um tey vilja at luttaka.
Verkætlanarbygnaður
Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við Ílegusavnið um at hýsa og fremja Fargen verkætlanini. Stjórin á Ílegusavninum Guðrið Andorsdóttir hevur ábyrgdina av verkætlanini. Hini í verkætlarnarstjórnini eru kliniski ábyrgdarhavin Bjarni á Steig, yvirlækni, og vísindaligi leiðarin Pál Weihe, yvirlækni og professari.
Verkætlanin verður stýrd og fylgd av einum stýrisbólki, sum skal tryggja, at virksemi í verkætlanini er í tráð við føroyska lóggávu, at virksemi verður framt á høgum fakligum stigi og at støða verður tikin til etisk viðurskifti. Haraftrat skal stýrisbólkurin tryggja, at verkætlanin er grundfest í føroyska granskingarumhvørvinum við tí endamáli at avkastið av verkætlanini verður so stórt sum gjørligt fyri Føroyar.
Les meira um gengransking her