Verkætlanarstarv í Granskingarráðnum
Í sambandi við nýggja kunningartænastu, sum Granskingarráðið skal byggja upp í Føroyum, tørvar okkum eitt fólk at taka sær av uppgávuni frá A til Ø.
Talan er um at byggja upp eina EURAXESS tænastu í Føroyum. Tænastan skal vera eitt amboð við viðkomandi upplýsingum hjá granskarum, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska. Uppgávan er at savna inn neyðuga vitan, at gera eina hondbók og ein internetportal og saman við øðrum at skipa fyri upplæring og kunning.
Til ber at lesa meira um EURAXESS á www.euraxess.eu
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur hóskandi hægri útbúgving, gjarna eisini viðkomandi starvsroyndir. Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur royndir við heimasíðuarbeiði, hevur góðar málførleikar og dugir yvirhøvur væl at samskifta.
Setanartreytir
Talan er um tíðaravmarkað starv í 2 ár. Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarbrøkurin er millum 1/2 og 2/3 tíð, alt eftir hvørjum lønarstigi viðkomandi er á.
Starvsstaður er í Granskingarráðnum á Bryggjubakka í Havn. Byrjanardagur er 1. januar 2013 ella skjótast gjørligt.
Freist v.m.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Granskingarráðið á tel. 567800 ella við at skriva til annika@gransking.fo
Umsóknir við CV og avritum av prógvum skulu sendast til annika@gransking.fo í seinasta lagi 2. desember 2012.
Lýsingin kann takast niður í pdf her