Verkætlan um veðurlagsbroytingar í mun til fiski- og alivinnu
Syntesa: Fríggjadagin varð kunngjørt, at verkætlanin CLIMEFISH, sum føroyska felagið Syntesa luttekur í, hevur fingið játtað knapt 40 mió. kr. frá Europeiska Horizon 2020 granskingargrunninum.
Endamálið við verkætlanini er at stimbra menning í fiski- og alivinnu við at eyðmerkja, hvar sannlíkindi eru størst fyri burðardyggum vøkstri í mun til veðurlagsbroytingar.
Syntesa leiðir tann partin av verkætlanini, sum snýr seg um at eyðmerkja váðar og møguleikar hjá fiski- og alivinnu í mun til veðurlagsbroytingar, harímillum at gera samfelags- og búskaparligar greiningar. Granskingararbeiðið fer eisini at fevna um menning av skipanum, so vinnnan kann fáa betri amboð til at laga seg til broytingar.
Tilsamans 21 feløg og granskingarstovnar úr Evropa, Kanada, Kili og Vietnam eru við í verkætlanini, sum røkkur yvir fýra ár og verður samskipað av Universitetinum í Tromsø.
Síðan á heysti í fjør hevur Syntesa Partners & Associates verið við til at fáa játtan til tríggjar granskingarverkætlanir úr Horizon 2020. Umframt CLIMEFISH eru hinar “Sosial Aspects of Fisheries” og PRIMEFISH. Felagið hevur níggju starvsfólk, harav fimm í Føroyum, eitt í Danmark og trý í Spania. Harumframt eru fleiri atknýttir ráðgevar. Syntesa fremur ráðgeving og gransking innan nýskapan, marknaðarføring og samfelagsbúskaparligar greiningar – serliga i mun til virksemi knýtt at havinum.