Verð verandi forvitin
Danski grunnurin Carlsbergfondet hevur framleitt eina røð av stuttfilmum undir heitinum ’Stay Curious’ – Verð verandi forvitin. Talan er um filmar við viðurkendum granskarum, sum nýta 3 minuttir hvør at leggja fram fjøltáttað granskingarevni á ein skilligan hátt. Umframt granskingarevnini eru vangamyndir og prát við hvønn av granskarunum.
Hvat hendir undir vatnskorpuni, tá veðurlagsbroytingarnar taka dik á seg? Her er tað Thomas Kiørbo, professari á DTU, sum millum annað greiðir frá broytingunum í norðuratlantshavi seinastu 50 árini. Hvussu og við hvørjum avleiðingum vísir uttanríkispolitikkurin seg á sosialu miðlunum? Hvørjar etiskar umhugsanir eiga at verða partur av arbeiðinum at menna persóntillagaðan heilivág?
”Carlsbergfondet ynskir at stimbra forvitnið og almennu mentanina í samfelagnum. Tað kunnu vit millum annað gera við at geva okkara íkast við at geva atgeingi til dygga vísindaliga vitan til øll og serliga til ungfólk, so tey vera betri ílatin til at standa ímóti villeiðandi upplýsingunum, sum tíverri ofta seta dám á kunningarsamfelagið. Eg fegnist tí um, at vit kunnu almannakunngera sjey nýggjar granskarar í Stay Curious røðini, sum røkkur út til ung í einum sniði, sum tey longu kenna frá síni ferðing á talgildu pallunum” sigur Flemming Besenbacher, stýrisformaður fyri Carlsbergfondet.
Tað eru tilsamans 42 stuttfilmar í røðini, sum allir kunnu síggjast á síðuni Stay Curious hjá Carlsbergfondet
Kelda: carlsbergfondet.dk