286509fb6780981ff16f164cb7fd8bb1.jpg
Skriva út
Lagt út: 25.01.2013

Venja seyð við ósjónligt mark

Ein norsk uppfinning við GPS merkjum er ætlað at lætta um arbeiðið at halda skil á seyði og øðrum djórum. Flestøll vita, at tað ikki er sum at siga tað at fáa seyð at gera sum tú vilt og vera har, sum tú ætlar tað. Long hegn og garðar verða brúkt til at halda seyð innanfyri mark og burturfrá vegum o.ø. Hetta er bæði dýrt og tíðarkrevjandi. Hvat hevði tað ikki verið lættari, um tað bar til at læra seyðin, har hann ikki skal fara. Hetta er hugskotið handan norsku uppfinningina NoFence.

Elektronisk hálsbond
Skipanin virkar soleiðis, at hvør seyður fær eitt elektroniskt hálsband. Ein GPS-móttakari vísir júst, hvar seyðurin er. Eigarin kann leggja inn, hvar seyðurin skal sleppa at vera. Um seyðurin kemur ov nær ósjónliga markinum, kemur eitt ávaringarljóð úr hálsbandinum. Heldur seyðurin fram, fær hann ein lítlan elstoyt úr hálsbandinum. Eftir at hava fingið stoyt nakrar ferðir, lærir seyðurin, at hann skal venda, tá hann hoyrir ávaringarljóðið.

Kanna trivnaðin
Skipanin hevur verið roynd eina tíð. Nú vilja granskarar kanna, hvussu seyður trívist við nýggju hálsbondunum. Teir vilja millum annað kanna eftir, um seyðirnir verða strongdir av ljóðunum og elstoytunum. Um ikki, so kunnu ósjónligu mørkini gera gerandisdagin lættari hjá bæði fólki og fæi.

Søgan hjá NoFence
Verkætlanin NoFence byrjaði við at farið var undir at gera eina prototypu til at gera ósjónlig mørk fyri geitir. Allarfyrsta royndin við skipanini var á heysti 2009. Arbeitt hevur verið skipani síðani, m.a. við dyggum stuðli frá ymsum íleggjarum. Ein endurskoðað prototypa varð roynd á heysti 2012. Avbjóðingarnar hava m.a. verið at tryggja at orkunýtslan er lítil, so battariíð í móttakaranum heldur nóg leingi. Ætlanin er, at skipanin skal vera klár at selja í 2016. Les meira um NoFence her.

Kelda
Greinin er týdd og umskrivað frá grein, sum Magnus Holm hevur skrivað í norska barnavísindablaðið Nysgjerrigper 1/2013. Tað er Forskningsrådet, sum gevur blaðið út 4 ferðir árliga og fíggjar útgávuna. Eftir avtalu senda tey Granskingarráðnum blaðið at senda út til allar skúlar í Føroyum. Eisini ber til at lesa blaðið á nysgjerrigper.no.

Myndin er av einum seyði í Múla