Vegleiðing til umsóknir um stuðul til gransking
Freistin at søkja stuðul til gransking í 2021 er 15. februar kl. 12 føroyska tíð.
Eins og áður kann stuðul verða latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi
Stuðul kann verða latin til ymisk sløg av verkætlanum.
Umsóknir skula skrivast á serligt oyðublað og fylgja ávísum krøvum. Lýsing av krøvum, skrivlig vegleiðing og oyðublað eru at finna her.
Vegleiðing til umsøkjarar
Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.
Ring til okkara á 567800, send ein teldupost til gransking@gransking.fo ella støkk inn á gólvið á Bryggjubakka 12.