Veðurstova skal granska føroyska veðurlagið
Gransking í føroyska veðurlagnum verður ein av uppgávunum hjá nýggju Veðurstovuni, ið nú verður sett á stovn.
Veðurstova Føroya skal umframt at gera og miðla veðurforsagnir eisini granska lokala veðrið, veðurlagið og veðurlagsbroytingar. Eisini skal Veðurstovan gera modellkoyringar av veðri, aldu og streymi vm.
Veðurstova Føroya verður skipað sum ein deild undir Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Høvuðsdeild og vaktarstova verður á veðurstøðini við Boðanes í Havn.
Føroyska veðurtænastan varð yvirtikin frá DMI tann 1. apríl 2009. Veðurtænastan er enn ikki galdandi fyri flogferðslu.
Veðurstova Føroya søkir nú eftir tveimum veðurfrøðingum, ið skulu byrja og menna stovuna. Ætlanin er, at teir skulu fara til verka 1. mai.