eda870d61b74c67cf93de3b1e43fc1dd.JPG
Skriva út
Lagt út: 01.12.2008

Veðurlagsbroytingar og árin á fornminni og mentanarumhvørvi - Norðurlendskt samstarv

Sambandið millum veðurlagsbroytingar og árin teirra á fornminni og mentanarumhvørvi í Norðurlondum er sett á dagsskrá.

Økjandi hiti, slavnari veður og hækkandi sjógvur kunnu fara at ávirka fornminni og mentanarumhvørvi tvørtur um landamørk. Árinini av veðurlagsbroytingunum á mentanarumhvørvi hava fingið størri ans bæði í Norðurlondum og í altjóða høpi.

Hetta er orsøkin til at Norðurlanda Ráðharraráðið fíggjar samstarv millum fornminnafyrisitingarnar í norðurlondum: Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finlandi, Svøríki og Noregi. Verkætlanin skal fremja og økja samskifti um kunnleika og royndir millum norðurlond.

Leivdirnar av 1600-tals hvalaveiðustøð máar í einum bakka á Jan Mayen. Minni havísur um veturin og fleiri ódnir elva til at størri aldur eta seg altsamt skjótari inn í lendið. Foto: Susan Barr. Riksantikvaren. NoregEitt úrslit av fráboðaðu veðurlagsbroytingunum er, at permafrost bránar, og hetta hóttir mentanarminni á arktisku leiðunum. Eitt annað úrslit av heitari og slævnari veðurlagi er økti vandin fyri soppavøkstri og rotskaðum í timburbygningum.

Hinvegin eru nógv mentanarminni, ið hava tolað skiftandi og ógvusligar veðurlagsumstøður í mong hundrað ár. Tí fer verkætlanin at lýsa vitanina um veðurlagstillagingar, hesi mentaminni umboða.

Hóast fleiri av veðurlagsavbjóðingunum eru tær somu, eru umstøðurnar kortini ymiskar í teim ymisku londunum. Norðurlendska verkætlanarsamstarvið skal savna ítøkiliga vitan um, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu væntast at ávirka mentanararvin í teim ymisku londunum, hvørjar avleiðingarnar fara at verða fyri fornminnafyrisitingarnar og meta um møguleikar fyri verjutiltøkum í norðurlondum.Kirkjubøur. Fremst í myndini leivdirnar av miðaldar kirkjutoftini, Líkhús, við brimverju frá 1940-árunum. Í baksíni sóknarkirkjnan við brimverjuni, gjørd varð í 1874 aftan á at kirkjan í 1863 varð frágingin vegna støðuga hóttan av sjónum. Foto: S. V. Arge. Føroya Fornminnissavn

Í Føroyum eru mong sjónlig dømi um, at landslagið er broytt sum frá er liðið, í fleiri førum sum úrslit av veðurlagsbroytingum – eitt nú skriðulop. Nógv dømi eru kring um í oyggjunum, har fornar bústaðaleidir forfarast tí at lendið fram við sjóvarmálan máar.

Nøkur av sjónligastu dømunum finnast í Kirkjubø við leivdunum eftir miðaldar bispasætinum – vanliga umrødd sum okkara mætastu fornminni. Í Kirkjubø vita vit um ógvislig skriðulop, ið hava oyðilagt garðar og bygningar, eins og tað longu tíðliga hevur verið neyðugt at fremja tiltøk at verja sóknarkirkjuna og kirkjutoftina á Líkhúsfløtti móti sjónum. Helst er hetta úrslit av tí, at sjógvurin hækkar, og at brim og ógvusligari ódnir altsamt gera meira um seg, soleiðis at lendið, har bygningar og toftir standa, máar. So seint sum í februar í ár gjørdi brimódn skaðar á brimverjuna undir Líkhúsi, ið Jóannes bóndi setti upp í 1940-árunum.

Norðurlendska verkætlanin tekur serlig atlit at hóttanum, sum møguligar veðurlagsbroytingar kunnu fara at vera fyri mentanararv okkara. Nú verður høvi at viðgera henda spurningin í norðurlendskum høpi.

Verkætlanin samstarvar um eina nýstovnaða heimasíðu. Úrslitini frá verkætlanini fara eisini at verða givin út í eini endaligari frágreiðing og annars miðlað so hvørt á www.riksantikvaren.no/klimaprosjektet. Ein størri ráðstevna um evnið fer at verða hildin í Oslo í november komandi ár. Tað er Riksantikvaren í Noregi, ið stendur fyri norðurlendska verkætlanarsamstarvinum.

Símun V. Arge, deildarleiðari á Føroya Fornminnissavni, umboðar føroyska partin í verkætlanini.

Fleiri upplýsingar fáast við at ringja til kunningarstovuna hjá Riksantikvaren: +47 40465153, ella við at venda sær til Føroya Fornminnissavn: 310700.

FØROYA FORNMINNISSAVN