Veðurlagsbroytingar hava stórar avleiðingar á vistskipanina í Arktis
Granskarar frá Havstovuni og Fiskaaling fingu á vitjan í Grønlandi herfyri innlit í nýggjastu vitanina um árin av veðurlagsbroytingum á vistfrøðina í Grønlandi. Níggju føroyskir granskarar vitjaðu saman við granskarum úr Danmark eina granskingarstøð í Kobbefjørðinum, sum hevur til endamáls at skráseta og greina vistskipanina í arktiskum øki.
Granskingarstøðin í Kobbefjørðinum liggur 25 kilometrar frá Nuuk. Støðin hevur mátiútgerð og rannsóknarstovur og kann hýsa átta vitjandi granskarum. Einki telesamband er við støðina, sum verður rikin við streymi frá egnari sólorkuskipan.
Endamálið við mátingunum á granskingarstøðini er at kanna árin av veðurlagsbroytingum í havinum og á landi og harvið økja vitanina um, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka vistskipanina í arktisku økjunum.
Hitin í Arktis økist munandi skjótari enn á jørðini annars. Í miðal er tað vorðið 2 til 4 stig heitari seinastu 30 árini, og sum útlitini eru nú, verður 6 til 10 stig heitari i Arktis í 2100. Stórur munur er tó á upphitingini í ymsu økjunum í Arktis. Serliga norðanfyri Russland er hitin nógv øktur, men í Grønlandi er ikki vorðið munandi heitari.
Hitamátingar í Kobbefjørðinum vísa, at miðalhitin er á leið tann sami, men stór sveiggj eru í hitalagnum seinastu árini, og tað hevur stórar avleiðingar fyri vistfrøðina. Nøkur ár hava til dømis verið sera stórar nøgdir av ormverum, sum hava havt við sær, at gróðurin hevur verið sera lítil, og tað hevur aftur havt við sær, at nógv meira CO2 hevur verið í luftini, sum annars hevði verið upptikið av plantum.