Varandi orka í Miðlahúsinum
Mikukvøldið 11. februar skipar Granskingarráðið fyri áhugaverdum tiltaki í Miðlahúsinum í Havn. Tiltakið verður hildið í sambandi við, at europeisk vika fyri varandi orku verður hildin í Europa í døgunum 9. til 13. februar.
Í Miðlahúsinum verður høvi at hoyra Knud Simonsen, havfrøðing á Fróðskaparsetri Føroya, sum heldur framløgu við heitinum Sjóvarfallið - ein varandi ótroytt orkukelda?. Framløgan er um eina verkætlan, sum SEV og Granskingarráðið hava stuðlað. Til ber at lesa meira um verkætlanina her.
Eisini fer Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, at halda framløgu um, hvørjar ætlanir SEV hevur við varandi orkukeldum. Harafturat hava Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, og Kári Mortensen, orkuráðgevi á Jarðfeingi, framløgu, um evnið varandi orka og minni Co2 útlát.
Endamálið við europeisku vikuni fyri varandi orku ella EU Sustainable Week er at eggja til samstarv um at menna møguleikar fyri varandi orku. Les meira um EU Sustainable Week her.
Tiltakið um varandi orku í Miðlahúsinum verður mikukvøldið 11. februar klokkan 19.30.