aba7819695f59ee30736f9c086871485.gif
Skriva út
Lagt út: 21.01.2009

Varandi orka á skránni í Europa

EUSEW er stytting fyri EU Sustainable Week, sum er vikan fyri varandi orku, fyriskipað av ES. Hendan vikan verður hildin í døgunum 9. til 13. februar, bæði í Brussel og í fleiri londum í Europa. Skipað verður fyri EUSEW á hvørjum ári, fyri at eggja til samstarv um at menna møguleikar fyri varandi orku. Nógv ymisk øki í samfelagnum eru umboðað í tiltøkunum, sum eru fjølbroytt og mong í tali.

Eisini í Føroyum verður tiltak á skránni, har møguleikar og virksemi innan varandi orkukeldur verða til viðgerðar. Tiltakið verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 11. februar klokkan 19.30. Tað er Granskingarráðið, sum skipar fyri tiltakinum. Meira verður at frætta um skránna í næstum.

Les meira um europeisku vikuna fyri varandi orku her.