Sjófólk Klipt
Skriva út
Lagt út: 11.03.2022

Vantandi svøvnur ávirkar mentalar førleikar hjá sjófólki

Føroysk sjófólk sova ov lítið og verða serliga móti endanum av túrinum so móð, at mentalu førleikarnir versna.

Tað er høvuðsniðurstøðan í eini kanning, sum Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur og ph.d. lesandi á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hevur staðið fyri. Ein grein um kanningina er júst almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Nature and Science of Sleep.

Fýra ferðir fleiri vanlukkur henda umborð á føroyskum fiskiførum enn millum arbeiðsfólk á landi. Endamálið við kanningini hjá Annbjørg Abrahamsen var at kanna, hvussu arbeiðstíðir og svøvnur ávirka, hvussu troytt manningin verður og teirra mentalu avrik.

157 føroysk fiskifólk vórðu biðin um at bera eitt ur, ið máldi svøvn og likamsvirkni alt samdøgrið á sjónum og eina viku í landi. Harumframt skrásettu tey dagliga sovitíðarskeiðini og teirra meting av møðini á einum skala frá 1 til 9 ígjøgnum allan túrin. Reaktiónstíðir í byrjanini og endanum av túrinum og rull og larmur vórðu eisini máld.

Úrslitini vístu, at á sjónum var svøvnurin fyri tað mesta í brotum og ikki samanhangandi. Eisini var svøvnlongdin styttri og svøvn-effektiviteturin lægri enn á landi. Møðin var størri við endan av túrinum, umframt at ein lækking av mentalu førleikunum varð staðfest. Talið av langum reaktiónstíðum var hægri við endan av túrinum.

Manningin umborð á frystilínubátum, sum arbeiddu 8-8 vaktir, svóvu mest, høvdu longst samanhangandi svøvntíðarskeið, hægstan svøvneffektivitet og vóru minst linir. Aðrar arbeiðstíðir so sum 6-6 stóðu ikki eins væl.

Greinin um svøvn og møði umborð á føroyskum fiskiskipum í Nature and Science of Sleep kann lesast frítt her.