19a22661e02b81d0079f8f39f34739a9.jpg
Skriva út
Lagt út: 07.04.2011

Vánaligur atburður og góð próvtøl

Nýggj gransking, ið er givin út í tíðarritinum “Journal of Positive Behavior Interventions”, vísir, at tað ikki altíð er samsvar millum vánaligan atburð og fakligar førleikar.

Í 5 ár hava amerikanskir granskarar kannað 350 næmingar á sjey ymiskum skúlum. Granskararnir kannaðu hugburðin hjá lærarunum til atburðin og fakligu førleikarnar hjá næmingunum og hvørji tey veruligu fakligu avrikini hjá næmingunum vóru.

Granskararnir varnaðust, at lærararnir ofta hildu, at eksemplariskir næmingar kláraðu seg betur í skúlanum, sjálvt um teir í hesum førinum ikki gjørdu tað. Eisini hildu lærararnir, at næmingar við vánaligum atburði høvdu innlæringstrupulleikar, og hetta var heldur ikki altíð rætt.

– Tað tænur ikki barnsins besta, tá lærarar halda, at faklig vegleiðing krevur aðrar eginleikar enn at beina burtur vánaligan atburð, sigur rithøvundurin Bob Algozzine í einum tíðindaskrivi, og leggur afturat:

– Ella at fokus á skúlating skal á undurfullan hátt betra um atburðin.

Les all kanninginga her: http://pbi.sagepub.com/content/13/1/3.full.pdf+html

Kelda: forskning.no