Vælkomin í Sjóvinnuhúsið á Vísindavøku
Í morgun kl. 8 lata dyrnar í Sjóvinnuhúsinum upp fyri ársins Vísindavøku.
Tiltakið er ætlað bæði børnum og vaksnum.
Wilhelm Petersen, formaður í Granskingarnevndini setir Vísindavøkuna kl. 8.10. Aftaná fer Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni at hava fyrstu framløguna, har hann spyr um tað er ber til at skipa Føroyar uttan olju. Hetta er fyrsta av 13 framløgum í Kongshøll í dag.
Á 2. hædd og uttanfyri eru framsýningar og tiltøk at royna, sum serliga eru hugsað børnum og ungum. Eisini er høvi at sleppa umborð á Magnus Heinason.
Sí alla skránna her
Verið vælkomin øll somul.