Vælkomin á Vísindavøku 2023
Fríggjamorgunin kl. 8.30 fer Vísindavøkan 2023 av bakkastokki. Hon verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn.
Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.
Framløgur verða í Konghshøll frá kl. 8.30 til kl. 15.30, eini 20 í alt.
Á Svalanum kring matstovuna Silo skipa granskarar og onnur fyri samvirknum tiltøk til stórar skúlanæmingar og annars øll, sum hava hug at royna seg.
Niðast í bygninginum verða eisini tiltøk fyri stór og smá. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum rúminum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum rúminum.
Kl. 15.30 verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, tónleiki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.
Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. Skrá og leinki eru her
KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.