Sjóvinnuhúsið.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.09.2018

Vælkomin á Vísindavøku 2018 í Sjóvinnuhúsinum

Fríggjadagin 28. september verður ársins Vísindavøka. Hetta er 11. Vísindavøkan, sum granskingarstovnarnir og Granskingarráðið skipa fyri.

Vit vilja vegna granskingarumhvørvið bjóða øllum, stórum og smáum, vælkomin til tiltakið, sum er alment og ókeypis.

Endamálið við Vísindavøkuni er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Fjølbroytt skrá

Vísindavøkan 2018 verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 28. september frá kl. 8.00 til 17.00.

Á skránni eru 13 framløgur frá granskarum um sera ymisk evni. Hesar vera í Kongshøll á 4. hædd. Har vera eisini postara snarrøður, kunning um Ársins Vitanarfróðu kappingina, handan av ársins miðlaheiðursløn og eitt prát millum Magna Mohr og Heina í Skorini um gransking og leiklutin hjá gransking og granskarum í samfelagnum.

Á svalanum á 2. hædd vera framsýningar og tiltøk hjá stovnum og í trappunum og gongunum verða postarar sýndir fram.

Í einum telti uttanfyri vera eksperimentir, sum lærarar og næmingar frá Glasi skipa fyri, og live streymmáting og annað, sum Fiskaaling skipar fyri

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason liggur við bryggju hendan dagin og høvi verður at fáa rundvísing umborð, har starvsfólk frá Havstovuni fara at greiða frá.

Sí alla skránna her