Reinsariid.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.09.2017

Vælkomin á Vísindavøku 2017

Komandi fríggjadag, 29. september, verður ársins Vísindavøka. Vit vilja vegna granskingarumhvørvið bjóða øllum, stórum og smáum, vælkomin til tiltakið, sum er alment og ókeypis.

Endamálið við Vísindavøkuni er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Vísindavøkan 2017 verður í Perluni, Reinsarínum og á Perlutorginum frá kl. 8.00 til 18.00.

Skrá

Kl. 8.15 – Setan av Vísindavøkuni - Gunvør Balle, varaborgarstjóri, setur Vísindavøkuna

Kl. 8.15 - 18.00 – Framsýningar og samvirkin tiltøk kring evnið Tilfeingi

Kl. 8.30 -12.30 – 8 Framløgur á 15 min. fyri miðnámsskúlanæmingum og øðrum - sí framløgur her

Kl. 9.30 - 17.30 – Telt á p-økinum við Hvonn, har lærarar og næmingar í Hoydølum skipað eksperiment fyri næmingum frá mið- og hádeild

Kl. 13.00 Kunngerð av vinnara av kappingini Ársins Vitanarfróðu. Vit stroyma frá handanini.

Kl. 15.00 Handan av ársins Miðlaheiðursløn. Vit stroyma frá handanini.

Kl. 15.30 -17.00 – 5 framløgur á 15 min. fyri øll - sí framløgur her

Kl. 18.00 – Vísindavøkan endar

Í døgunum frá 25. til og við 28. september er Vísindavøka eisini á ferð. Her verða fyrilestrar ymsastaðni kring landið. Sí skránna her