b6aea194bbdc05abc5ee05c29b1e0df6.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.02.2008

Væleydnaður kunningarfundur um FP7

Hósdagin 7. februar helt Granskingarráðið ein væleydnaðan kunningarfund fyri granskarum og øðrum áhugaðum um, hvussu vit kunnu fyrireika okkum til ES-fíggjaða gransking. Tað vóru føroysku NCP-umboðini, ið dagliga starvast á Granskingarráðnum, sum tóku stig til fundin. Endamálið við fundinum var at kunna yvirskipað um sjeyndu rammuskránna (FP7) hjá ES, og ítøkiliga at lýsa hvat kann gerast fyri at fyrireika føroysku granskararnar og føroyska granskingarumhvørvið til møguleikarnar í ES-fíggjaðari gransking.

Stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sølvará, beyð luttakarum vælkomin. Ímillum tey, sum komu til fundin, vóru løgmaður, Jóannes Eidesgaard, nýsetta landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss og nýsetti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen. Harumframt vóru umleið 50-60 fólk, serliga úr granskingarumhvørvinum, møtt til fundin.

Á skránni vóru fýra framløgur. Poul Petersen, senior ráðgevi innan ES-fíggjaða gransking á Keypmannahavnar Universiteti, var boðin við til hendan fundin. Hann hevur í nærum tíggju ár arbeitt sum NCP-umboð og ráðgevi innan rammuskráirnar hjá ES. Eisini var ætlanin, at Ólavur Gregersen, stjóri á Bitland, skuldi halda framløgu við heitinum: "Okkara royndir og ætlanir við rammuskráum hjá ES", men av tí at floglíkindini ikki vóru tilvildar, náddi hann ikki við til fundin.

Fyrst kunnaði John D. Olsen, føroyskt NCP-umboð, yvirskipað um FP7. Síðani greiddi Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni frá samráðingartilgongdini við ES um føroyskan atlimaskap í FP7.

Poul Petersen var seinastur á skránni. Hann vísti á nøkur ítøkilig tiltøk, sum føroyingar kunnu taka til tess at fyrireika seg og økja um møguleikarnar fyri luttøku í europeiskum granskingarsamstarvi. Eitt nú var tað hansara meting, at føroysk luttøka á granskingarráðstevnum er týdningarmikil fyri at vísa europeiska granskingarumhvørvinum á, hvørjar førleikar og innan hvørji evni arbeitt verður við í Føroyum. Hann legði stóran dent á, at heldur enn bert at hugsa um, hvussu nógvan fíggjarligan stuðul, vit kunnu fáa úr ES, eigur at verða hugsað um tey sambondini, ið vit kunnu knýta og atgongdina vit kunnu fáa til nýggjastu tøknina og vitanina úr øðrum granskingarumhvørvum. Hetta ber ikki til at gera upp í pengum,men hevur alt at siga fyri gransking í dag.

Tilfar frá fundinum:
Poul Petersen

John D. Olsen

Gunnar Holm-Jacobsen
Ólavur Gregersen