0509da22cb49ec5260ead65b9afcdddb.jpg
Skriva út
Lagt út: 16.06.2011

Væleydnaður kunningarfundur í Vinnuhúsinum

Í gjár, 15. juni, skipaðu Vinnuhúsið og Granskingarráðið fyri einum kunningarfundi um verkætlanarmøguleikar hjá føroyskum fyritøkum í sjeyndu rammuskránni hjá ES (FP7).

Á skránni vóru seks stuttar framløgur um ymiskar partar av rammuskránni, sum eru áhugaverdir fyri føroyskt vinnulív. Serligur dentur var lagdur á tey komandi evnini, sum væntandi verða almannakunngjørd í komandi mánaði. Harafturat var eisini kunnað sum serligu skipanina fyri smáar og miðalstórar fyritøkur (SME skipanin) og um flytførisskipanina, eisini nevnd PEOPLE skipanin.

Fitt av fólki var møtt til fundin og fleiri viðkomandi spurningar og viðmerkingar vóru bornar fram. Mælt var luttakarunum til at melda seg til tíðindabrævið hjá Granskingarráðnum, um tey ynskja at frætta um relevant evnir og freistir.

Niðanfyri er møguleiki at hyggja eftir power point framløgnum sum vóru á fundinum.

John D. Olsen: Vælkomin og SME skipanin
Maria Skaalum Petersen: Heilsugransking
Maria Dam: Umhvørvi og veðurlagsgransking
Jonhard Eysturskarð: Matvøra, fiskivinna og biotøkni
Hannes Gislason: KST
John D. Olsen: Flytførisskipanin, Marie Curie (People)