8806ae85627d4062d5da3df4ffd758a3.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.05.2012

Væleydnaður kunningarfundur

Í gjár, 21. mai var skipað fyri einum kunningar- og kveikingarfundi um sjeyndu rammuskránna – FP7. Umleið 35-40 fólk vóru møtt til framløgur frá føroysku NCP umboðunum um ítøkiligu møguleikarnar í FP7 granskingarsamstarvinum, sum eru  fyriframman í arbeiðsætlanum fyri 2013. Ólavur Gregersen, Syntesa, hevði eisini eina framløgu um hansara royndir í europeiska granskingarsamstarvinum.

Niðanfyri er møguleiki at síggja framløgurnar frá fundinum.

Vælkomin  og yvirskipað um FP7: John D. Olsen
Royndir og avbjóðingar í ES-granskingarsamstarvinum: Ólavur Gregersen

Møguleikar innan heilsugransking: Maria Skaalum Petersen

Møguleikar  innan kunningar og samskiftistøkni: Hannes Gislason

Møguleikar innan matvøru-, fiskivinnu- biotøkni gransking: Jonhard Eysturskarð

Møguleikar  innan SME og PEOPLE: John D. Olsen

Møguleikar  innan umhvørvis- og veðurlagsgransking: Maria Dam