Væleydnaður fundur í Norðurlandahúsinum
Granskingarráðið skipaði 21. mai fyri felags kunningarfundi i Norðurlandahúsinum. Fundurin bar heitið: Leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan.
Á fundinum vóru 7 framløgur um aktuellar stuðulsmøguleikar. Síðani var ein steðgur við kaffipráti, vegleiðing og netverkan. Aftaná steðgin helt Inge Sofie Sørensen, stjóri fyri SCIENCE, Forskning og Innovation við Københavns Universitet, fyrilestur við støði í sínum royndum við fígging úr grunnum o.l. og um javnvágina millum grundjáttanir og kappingarjáttanir. At enda var kjak.
Umleið 130 fólk høvdu leitað sær til fundin og hetta var væl meira enn vit høvdu væntað, so tað eru vit sera fegin um. Tey, sum ikki høvdu møguleika at vera við á fundinum, kunnu síggja framløgurnar niðanfyri. Myndir frá tiltakinum koma seinni.
Framløgur um stuðulsmøguleikar og krøv:
Granskingargrunnurin - Annika Sølvará
Fiskivinnugransking - Jákup Mørkøre
Vinnuframagrunnurin - Regin Dalsgaard
Innlendismálaráðið - Anni á Hædd
NORA - Lars Thostrup
ES-gransking FP7 - John D. Olsen
Nortern Periphery Programme - Niclas Forsling
Fyrilestur:
Balance og samspil mellem konkurrenceudsatte midler og basismidler
við Inge-Sofie Sørensen, stjóra fyri Forskning og Innovation á Naturvidenskabelig Fakultet við Københavns Universitet