COST Kunning
Skriva út
Lagt út: 09.06.2022

Væleydnað tiltak um COST netverk

Umleið 40 fólk vóru í Kongshøll tann 2. juni, tá ið COST hevði sett føroyskum granskarum og fyritøkum stevnu fyri at kunna um evropeisk netverk og samstarvsmøguleikar í altjóða høpi.

COST umboð vóru komin til Føroya at kunna um COST netverkini. Hetta var eitt gott høvi hjá føroyingum, sum ynskja at luttaka í Horizon Europe, tí tað kann verða trupult at koma uppí part og finna røttu partarnar at samstarva við. Tá er COST ein góð byrjan.

COST fíggjar netverk við ferðastuðli, fundarvirksemi, verkstovum og styttri vitjanum. Luttakarin hevur gransking, menning ella nýskapan sum virkis- og arbeiðsøki.

Luttøka í COST netverki er viðkomandi og ofta avgerandi fyri at koma við í Horizon verkætlanir. Netverkini, sum verða til í COST, virka væl og ofta halda tey áfram, t.d. við at senda umsókn um fígging til aðra verkætlan. Mett verður, at hvørt COST netverk sendir umleið tríggjar umsóknir til Horizon og at umleið triðjahvør av teimum fær játtað stuðul.

COST setir nýggj netverk á stovn á hvørjum ári og herfyri kunngjørdi COST, at 70 nýggj netverk verða sett á stovn í 2022. Tilsamans eru 209 virkin COST netverk at velja í millum í løtuni.

Tað serstaka er, at talan er um netverk innanfyri øll fakøki og nógvar vísindagreinar. Í Kongshøll var víst á fleiri netverk fyri kreativu vinnuna, eitt nú bindimynstur og klædnaídnað. Fleiri virkin netverk eru á okkara kjarnuøkjum innan bláa búskapin og veðurlagsbroytingar.

Til ber at biðja um atgongd til verandi netverk.

Les um COST netverk her

Skráin við leinki til tilfar um COST liggur her