Væleydnað ph.d.-verja hjá Tóra Sjúrðarsyni
Tórur Sjúrðarson stóð seg sera væl, tá hann tann 31. mars vardi sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn
Ritgerðin hjá Tóra eitur "Importance of angiotensin-converting enzyme activity for adaptation to exercise training", og verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið, Fargen, Deildina fyri arbeiðs- og almennaheilsu og Københavns Universitet.
Í føroyska samandráttinum av ritgerðini skrivar Tórur soleiðis:
Menniskjans konditión, mátað sum mesta iltupptøkuferðin, er tætt knýtt at váðanum fyri hjartatilburðum og yvirskipaða deyðsváðanum bæði hjá frískum og sjúkum fólki. Við treystleikavenjing kann konditiónin betrast, men stórur munur er á fólki, hvussu nógv konditiónin økist við kropsligari venjing. Hildið verur, at insertión/deletión (I/D) polymorfisman í íleguni, sum kotar fyri angiotensin-converting enzyme (ACE), kann hava ein týðandi leiklut fyri, hvørja nyttu fólk fáa burturúr kropsligari venjing. Tankin um, at ACE I/D polymorfisman kann ávirka venjingarúrtøkuna hjá fólki við at ávirka ACE virkisstigið í blóðinum og vevnaðinum, varð fyrstu ferð skotin upp fyri meira enn 20 árum síðani. Hóast hetta, eru framvegis ongar randomiseraðar kontrolleraðar kanningar gjørdar, sum hava kannað avleiðingarnar av skipaðari venjing sett saman við farmakologiskari manipulatión av ACE virkisstiginum fyri venjingarúrtøkuna hjá frískum fólki. Úrslitið, av eini slíkari kanning, hevði verið við til at kasta ljós á hvønn týdning ACE virkni hevur fyri venjingarúrtøkuna hjá fólki og styrkt okkara vitan innan individualitet í venjingarúrtøkuni millum fólk.
Í kanning 1 gjørdu vit eina tílíka randomiseraða kontrolleraða kanning, har vit kannaðu ávirkanirnar av ACE-tálmandi heilivági á eina røð av venjingar-sensitivum kropsligum tættum aftaná eina 8 vikurs intervalgrundaða treystleikavenjing hjá frískum fólkum. Fyrsta greinin í ritgerðini vísti, at viðgerðin við ACE-tálmandi heilivági tarnaði tann venjingar-induceraða vøksturin í vøddamassa og vinstra hjartakamarastødd og hevði við sær eina minking í samlaða hæmoglobin massanum. Men betringarnar í konditiónini vóru ikki tengdar at viðgerðini við ACE-tálmarunum. Í næstu greinini í ritgerðini sóu vit, at venjingar-induceraðar broytingar í máldu markørunum fyri mitokondriellan oxidativan kapacitet, glykolytiskan kapacitet og angiogenesu í beinagrindsvøddunum heldur ikki vóru tengdar at viðgerðini við ACE-tálmandi heilivági. Við at áseta ACE íleguna hjá luttakarunum, kundu vit samstundis kanna virknaðin av ACE íleguni á fysiologisku tillagingarnar til venjingina, men vit sóu onga ávirkan av ACE íleguni á venjingarúrtøkuna hjá luttakarunum, og okkara úrslit vístu eingi tekin um, at ACE ílegan ávirkaði samanspælið ímillum ACE-tálmarar og venjingarúrtøkuna hjá luttakarunum.
Í kanning 2 gjørdu vit eina randomiseraðað kontrolleraðað kanning, har vit kannaðu hvørja ávirkan 12 vikurs háorku intervalgrundað treystleikavenjing hevði á konditiónina hjá eldri hjartasjúklingum, og í hvønn mun betringarnar í konditiónini vóru tengdar at ACE íleguni. Triðja greinin í ritgerðini staðfesti, at venjingin betraði um konditiónina hjá patientunum, meðan fjóðra greinin vísti, at betringarnar í konditiónini ikki vóru tengdar at ACE íleguni hjá sjúklingunum.
Samanumtikið vístu úrslitini í hesi ritgerðini, at viðgerð við ACE-tálmandi heilivági tarnar tí venjingarinduceraðað vøkstrinum í vøddamassa og støddini á vinstra hjartakamari hjá frískum fólki. Harafturat vístu úrslitini, at ACE-tálmarar kunnu minka um tann totala hæmoglobin massan hjá frískum fólki; men hóast tað tætta sambandið millum hæmoglobinmassan og konditiónina, vóru ongar avleiðingar av ACE-tálmarum á betringar í konditiónini. Kanningar innan økið burdu í framtíðini kannað, hvørt tíðaravmarkað viðgerð við ACE-tálmarum samansett við kropsligari venjing kann bøta um heilsugóðu avleiðingarnar av kropsligari venjing hjá viðkomandi sjúklingabólkum. Loksins týða úrslitini í hesi ritgerðini ikki á ein kliniskt avgerandi leiklut hjá ACE íleguni fyri venjingarúrtøkuna hjá frískum fólki ella hjá eldri hjartasjúklingum.
Ritgerðin fevnir um 4 vísindaligar greinar:
Sjúrðarson T, Bejder J, Breenfeldt Andersen A, Bonne T, Kyhl K, Róin T, Patursson P, Oddmarsdóttir Gregersen N, Skoradal MB, Schliemann M, Lindegaard M, Weihe P, Mohr M, Nordsborg NB. Effect of angiotensin-converting enzyme inhibition on cardiovascular adaptation to exercise training. Physiol Rep. 2022 Jul;10(13):e15382. doi: 10.14814/phy2.15382.
Sjúrðarson T, Bejder J, Breenfeldt Andersen A, Bonne TC, Kyhl K, Thomassen M, Prats J, Oddmarsdóttir Gregersen N, Skoradal MB, Weihe P, Nordsborg NB, Mohr M. Robust arm and leg muscle adaptation to training despite ACE inhibition: a randomized placebo-controlled trial. Eur J Appl Physiol. 2022 Oct 22. doi: 10.1007/s00421-022-05072-5.
Kristiansen J, Sjúrðarson T, Grove EL, Rasmussen J, Kristensen SD, Hvas AM, Mohr M. Feasibility and impact of whole-body high-intensity interval training in patients with stable coronary artery disease: a randomised controlled trial. Sci Rep. 2022 Oct 14;12(1):17295. doi: 10.1038/s41598-022-21655-w. (shared co-first authorship)
Sjúrðarson T, Kristiansen J, Nordsborg NB, Oddmasdóttir Gregersen N, Lydersen L, Grove, EL, Kristensen SD, Hvas AM, Mohr M. The angiotensin-converting enzyme I/D polymorphism does not impact training-induced adaptations in exercise capacity in patients with stable coronary artery disease (under review)
Tit kunnu síggja ph.d.-verjuna hjá Tóra Sjúrðarsyni her.
Andmælingarnir til dagsins verju vóru Lars nybo, professari og formaður í dómsnevndnini, Truls Raastad, professari og Hanne Kruuse Rasmusen, sum er hjartalækni og professari. Vegleiðarar hjá Tóri Sjúrðarsyni hava verið Magni Mohr og Nikolai Baastrup Nordsborg, professarar.
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum og Novo Nordisk Grunninum.