Væl umtókt heilsuátak vekir ans uttanlands
Seinastu tríggjar vikurnar hava fólk í Føroyum í stórum tali teknað seg til átakið Heilsufótbóltur hjá Fótbóltsambandi Føroya. Átakið er eitt úrslit av og uppfylging av granskingarverkætlan, sum Magni Mohr lektari á Fróðskaparsetrinum stóð á odda fyri við partvísari fígging úr Granskingargrunninum. Átakið er ment í samstarvi við granskarar á Københavns Universiteti og verður eisini roynt i Danmark.
Átakið gongur í stuttum út uppá, at fólk verða boðin at melda seg sum lim í einum fótbóltsfelag og við hesum limaskapi luttaka i skipaðari motiónsfótbóltsvenjing. Í granskingarverkætlanini varð staðfest, at hetta slagið av venjing hevur munandi nyttuvirðið fyri fólk, sum ikki eru í góðari venjing frammanundan, bæði í mun til konditión og heilsustøðu. Í átakinum er ætlanin at fylgja við í venjingarstøðuni hjá luttakarunum fyri at kunna staðfesta nyttuvirðið av venjingini.
Fleiri enn 400 hava longu meldað seg til átakið, av hesum eru næstan 95% kvinnur. Hetta hevur økt limatalið í FSF við næstan 10%.
Stóri áhugin fyri verkætlanin vekir eisini ans uttanlands. Í dag fortelur DR frá um verkætlanina á heimasiðu teirra á temasíðuni Vitan og eitt innslag var í tíðindasending á P4 (frá 9.50 min.) Har verður m.a. greitt frá, hvussu átakinum, frá granskingarætlanini og frá ætlanini at royna átakið í øðrum londum eisini. Í næstum er ætlanin at greiða frá stóra áhuganum i Føroyum á ráðstevnuni World Congress on Science & Football (WCSF), sum verður í København um eina góða viku. Har væntast 500 luttakarar úr 45 londum at luttaka.
Magni Mohr greiddi eisini frá átakinum í tíðindunum hjá KVF í dag
Í morgin fer Fótbóltssambandið av hava tíðindafund um átakið.
Mynd: Magni Mohr