Útlongsul? Far á granskaraferð í Evropa
Kuffert geva fólki ymisk hugasambond. Fyri fólk flest er tað helst at ferðast og at taka sær av løttum. Men kuffert kunnu eisini brúkast til annað. Tað sæst á KUFFERT framsýningini, sum er í Pelagos við Havsbrún í hesum døgum.
Granskingarráðið hevur nýtt høvið til at minna á, at føroyingar hava møguleika at søkja sær stuðul til at fara aðrastaðni í Evropa at granska. Við granskingarsamstarvsavtaluni millum ES og Føroyar hava vit fingið atgongd til eina røð av stuðulsskipanum. Til ber at frætta meira um hesar skipani á komandi Vísindavøkuni ella við at lesa her
Til ber at síggja myndir av kuffertinum hjá Granskingarráðnum og av hinum framsýndu verkunum á okkara Facebooksíðu.
KUFFERT-framsýningin er partur av Mentanarvikuni í Fuglafirði, sum er í døgunum 18.-23. september. Skráin sæst her