Útkast til arbeiðsprogramm fyri árini 2018-2020 eru almenn
Í Horizon 2020 verða útboðini lýst í arbeiðsprogrammum – Work Programme. Talan er um tvey til trý ára arbeiðsprogramm, sum eru býtt sundur í skráir, sum eru bólkaðar í evni og øki. Søkjast kann um stuðul til gransking, menning og nýskapan.
Arbeiðsprogrammini fyri árini 2018-2020 hava verið fyrireikað í longri tíð, og hava serfrøðingar og onnur ráðgivið um innihaldið í útboðunum. Hesi arbeiðsprogramm skulu nú endaliga samtykkjast í ES skipanini, áðrenn tey verða almannakunngjørd á Participant Portal.
Horizon 2020 er skipað í tríggjar høvuðssúlur:
Excellence Science - sum fevnir um einstaklinga skráirnar: European Research Council og Marie S. Curie Actions
Industrial Leadarship - sum m.a. veitir stuðul til smáar og miðalstórar fyritøkur
Societal Challenges - stuðul til størri verkætlanir, sum viðgera samfelags avbjóðingar innan heilsu, mat og havøki, orku, flutning, veðurlag og umhvørvi, sosial- og hugvísindi og tøkni í samfelagnum
Harumframt eru skráir við fokus á vísindina í samfelagnum og at økja og víðka um luttøkuna í Horizon 2020.
Hóast arbeiðsprogrammini ikki eru endaliga samtykt enn og tí ikki hava løgligt gildi, so ber til at lesa útkast til fleiri arbeiðsprogramm her