Útgáva: Niðursending av føroyingum við menningartarni
Í Handicaphistorisk Tidsskrift 34 er drúgv grein um niðursending av føroyingum við menningartarni úr Føroyum til Danmarkar í tíðarskeiðnum 1897-1973. Hetta er partur av ritgerð um evnið, sum Enna Garðshorn Mikkelsen etnologur hevur skrivað.
Frá síðst í 1800 talinum og til fyrst í 1970unum vóru føroysk børn, ung og vaksin við menningartarni send á serligar stovnar í Danmark. Tað finnast ikki neyv hagtøl, men mett verður, at talan er um millum 140 til 160 fólk. Í ritgerðini kannaði Enna Garðshorn Mikkelsen hesar niðursendingar. Hon leggur serligan dent á, hvussu niðursendingar verða umrøddar í tíggju ymsum málum.
Siðvenjan at senda fólk við menningartarni av landinum er umframt at vera partur av føroyskari søgu, eisini partur av danskari søgu og siðvenju um viðgerð og viðferð av fólki við menningartarni. Tí verður føroyska søgan greinað í samanhangi við danska siðvenju á økinum og sett í samanhang við danska gransking um hetta evni.
Av tí at eldra tilfarið, sum byggir á tilfar úr skjalasøvnunum hevur sera viðkvæmar persónsupplýsingar, er hesin teksturin allur anonymioseraður, tað vil siga, at øll fólkanøvn og staðarnøvn eru broytt, so tað ikki ber til at kenna fólk aftur. Í nýggjara tilfarinum eru fólk nevnd við navni við loyvi frá teimum sjálvum ella avvarðandi.
Heitið á útgávuni er: Nedsendelser. Om nedsendelser af mennesker med udviklingshæmning fra Færøerne til Danmark i perioden 1897-1973. 128 s.
Til ber at bíleggja tíðarritið við at skriva til forlagið ella gjøgnum bókahandlarnar í Føroyum.
Tað fæst eisini til láns á Landsbókasavninum.