Útbúgving, gransking, nýskapan, mentan og økt altjóða samstarv
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, setti Vísindavøkuna 2012. Hetta gjørdi hann við røðu, sum var hildin í stóru høllini hjá Østrøm fríggjadagin 28. september kl 16.
Røðan hjá Sigurði í Jákupsstovu
At vísindavøkan nú er farin av bakkastokki fyri fimtu ferð, er stórliga at gleðast um (eitt satt bragd), og fari eg vegna Fróðskaparsetur Føroya at takka Granskingarráðnum og Anniku Sølvará fyri so hegnisliga og ágrýtin at standa fyri hesum megnar átaki. Vísindavøkan er partur av evropeiska tiltakinum Researchers’ Night, sum í ár verður fyriskipað fyri 8 ferð – samstundis, á tí fjórða fríggjadegnum í september, í umleið 300 býum í 32 evropeiskum londum. Endamálið er at vísa á hvønn leiklut granskingin hevur í samfelagnum uppá ein livandi og fangandi hátt – við framløgum, royndum og vitjanum, eitt familjutiltak til at kveikja áhugan millum fólk og serliga millum børn og ung fyri vísindi.
FN felagsskapurin UNESCO ið virkar fyri útbúgving, vísindi, mentan, kunning og samskifti sigur um síni yvirskipaðu endamál at tey eru at:
• Viðvirka til varandi frið við at fremja dygdargóða útbúgving og lívlanga læring, altjóða vísindaligt samstarv, verju av mentanararvi og økt samskifti millum ymiskar mentanir.
og at
• Viðvirka til burðardygga menning og at arbeiða móti fátækradømi við at seta nýggj altjóða politisk mál og at styrkja stovnarnar, ið virka innan útbúgving, vísindi og mentan
Endamálið er at tryggja at læruinnihaldið, umhvørvið fyri læring, siðvenjur og mannagongdir eru við til at menna neyðugar førleikar, ið krevjast til at arbeiða móti tíðarinnar avbjóðingum í bæði einum heimligum og globalum konteksti. Førleikar, sum kritiska hugsan, kreativitet, etiskar spurningar og aktivan medborgaraskap, ið byggja á samhaldsfesti, mannarættindi, javnrættindi og talufrælsi.
Til ber at siga, at tað er ikki so nógv nýtt í hesum, men tó - tað nýggja er kanska at hesar dygdirnar verða í dag sæddar sum altavgerandi neyðugar fyri at okkara samfelag og heimurin skal finna eina burðardygga leið – har vit ikki týna tilfeingið fyri løtuvinning, ella byggja samfeløg har ov stórar ójavnvágir millum fólk, lond og regiónir skapa ófrið.
Amerikanski filosoffurin Martha Nussbaum førir fram, at heimssamfelagið alt er á vandakós, tá um útbúgving ræður. Søguliga hava humanistisku fakini verið í miðdeplinum, tí tey eru neyðug til at útbúgva kompetentar demokratiskar borgarar. Í nýggjari tíð, metir Nussbaum, er hendan grundhugsjónin um útbúgving er skeiklað. Í hugsanini og strembanini eftir fíggjarligum vøkstri er vandi fyri, at vit í útbúgving leggja størri dent á produktivitet enn á at vit útbúgva kritiskar, vitandi og empatiskar borgarar. Við at missa hesar førleikar seta vit fólkaræðið í vanda.
Rótloysi og líkasæla er ein hóttan fyri samfelagsmenningina. Um vit vilja byggja land mugu vit tryggja, at okkara børn og ungu festa sínar røtur í føroyskan grundvøll. Hetta gera vit við m.a. gjøgnum útbúgving at styrkja teirra tilvitan um føroyskt mál, náttúru og samleika, um bókmentir, søgu, tónleik, kreativitet, nýskapan og fólkaræði.
Eitt aðal satsingsøki á Setrinum er ásett at verða gransking og útbúgving innan burðardygga menning. At búleikast 48.000 fólk á fjarskotnum oyggjum í miðjum atlantshavi krevur at vit hugsa burðardygga menning inn í øll okkara samfelagsviðurskifti. -her heima, - við onnur lond, politiskt og vinnuliga. Vit eru sum samfelag ógvuliga bundin av náttúrutilfeinginum, ið býr í okkara havøki, - og tí, til at tryggja áhaldandi burðardygt avkast, er neyðugt at fremja skynsama, gjøgnumskygda og burðardygga tilfeingisumsiting, samstundis sum vit flyta okkum alsamt longur inn í vitanarsamfelagið.
Lykilin at menna eitt framkomið nýmótans samfelag er, sum nevnt, gjøgnum útbúgving, gransking, innovatión, mentan og økt altjóða samstarv. Vit skulu skapa eitt kveikjandi umhvørvi og ambitiøsar visjónir, ið draga ung og vælútbúgvin fólk higar.
Vísindavøkan og Granskingarráðið er týdningarmikil partur í hesum. Vit síggja, at vaksandi tal av ungum fara undir eina granskaraútbúgving og at gransking fyllir alsamt meiri í almenna rúminum.
Til at styrkja føroyska gransking, eiga vit at savna vísindaumhvørvið og byggja sterk fokuseraði vísindatoymi grundað á okkara viðurskifti, fortreytir og avbjóðingar. Økt samstarv við útlendsk universitet – um gransking og útbúgving er neyðugt.
Hetta er í tráð við endamálsorðingarnar fyri seturslógina og í tráð við granskingarpolitikkin.
Góða vísindavøku og takk fyri