SBEP
Skriva út
Lagt út: 06.02.2023

Útboð um bláan búskap ávegis

Partalagið við heitinum Sustainable Blue Economy Partnership, er evropeiskt samfíggjað partalag, fevnt av Horizon Europe.

Hetta er fyrsta samfíggjaða partalag, sum Føroyar luttaka í. Partalagið um burðardygga bláa búskapin fer at bjóða føroyskum granskingarstovnum og fyritøkum at luttaka í altjóða samstarvsverkætlanum, sum verða mettar sera viðkomandi fyri virksemið í og rundanum Føroyar.

Í døgunum 23-25 januar var partalagið formliga sjósett á stórari ráðstevnu í Rom. Talan var um aðalfund og kick-off fund við umboðum úr luttakara londunum og ES-nevndini. Granskingarráðið luttók á fundinum vegna Føroyar.

Á fundinum segði Mariya Gabriel, ES-nevndarlimur fyri nýskapan, gransking, mentan, útbúgving og ung: "I am pleased to announce the kick-off of the Sustainable Blue Economy Partnership. It will pool research & innovation investments of €450 million over 7 years for a just and inclusive transition to a blue economy in harmony with nature. The EU Partnership will allow shaping the profound economic and social transformation, for the benefit of all EU citizens".

Tað verða tvey umsóknarumfør. Fyrsta umsóknarumfarið, sum verður nevnt “The way forward: a thriving sustainable blue economy for a brighter future”, verður almannakunngjørt tann 13. februar 2023. Tann dagin kl. 14 føroyska tíð letur umsóknarumfarið upp og umsøkjarar fáa freist til 14. apríl at senda inn sonevnt “pre-proposal”. Mett verður, at umsóknir, sum koma ígjøgnum fyrra umfarið, fáa freist í september 2023 at senda inn endaliga umsókn.

Verkætlanir skulu lúka krøvini, sum sett verða í útboðunum, m.a. um tvørgangandi evni innan vísindi, nýskapan og búskaparøkið. Tær skulu virka í samstarvi millum lond í Evropa og fyri menning í havøkjum, sum til dømis Atlanthavinum.

Stuðulsgrunnar úr 25 londum luttaka í fyrstu útboðunum. Tey hava saman ábyrgdina av at fíggja gransking og nýskapan í bláa búskapinum við fíggjarligum ískoyti frá ES-nevndini í gjøgnum Horizon Europe. Samlaða fíggjarætlanin fyri fyrsta umfarið er á leið 50 milliónir evrur.

Les meira um Sustainable Blue Economy Partnership her

Neyvari kunning og svar uppá spurningar fáast við at venda sær til Granskingarráðið, Mariu Húsgarð.