a541da443914b57f7dadbe90fcf7b978.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.02.2013

Út ella heim at granska?

Hevur tú hug at koma heim til Føroya at granska, ella hevur tú hug at vinna tær nýggjar førleikar úti í heimi? Uttan mun til hvar tú ert í tíni yrkisleið sum granskari, og uttan mun til hvar í heiminum tú ert, so eru ríkir møguleikar fyri førleika- og yrkismenning í PEOPLE skipanini.

Býrt tú í einum europeiskum landi, so er møguleiki at flyta til eitt annað europeiskt land at granska ella til eitt land uttanfyri Europa. Møguleiki er eisini at koma til Føroya og Europa, um tú býrt í einum landi uttanfyri ES.

14. mars verða tey síðstu útboðini í PEOPLE skipanini væntandi almannakunngjørd. Umsóknarfreistin verður væntandi 14. august kl. 17:00 (lokal tíð í Brússel).

Treytin fyri at søkja er, at tú hevur lokað ph.d. lestur ella hevur fýra ára fulltíðar starvsroyndir innan gransking.

Stutt um møguleikarnar:

Intra European Fellowship (IEF): Stuðul til at flyta millum lond í Europa. 
Longd: 12-24 mðr. 
Lyklaorð: nýggir og/ella framhaldandi førleikar (new and complementary skills), altjóða flytføri, skrá fyri persónliga yrkismenning.

International Incoming Fellowship (IIF): Stuðul til at flyta til Europa úr einum triðjalandi (t.d. USA, Australia, New Zealandi). Sannlíkindini fyri at fáa stuðul eru størri, jú drúgvari royndir umsøkjarin hevur.
Longd: 12-24 mðr.
Lyklaorð: vitanarflutningur (transfer of knowledge), altjóða samstarv, yrkismenning. 

International Outgoing Fellowship (IOF): Stuðul til at flyta til eitt triðjaland (t.d.USA, Australia, New Zealand) úr Europa. Sannlíkindini fyri at fáa stuðul eru størri, jú drúgvari royndir umsøkjarin hevur. 
Longd: 12-24 mðr. úti í heimi og 12 mðr. heima aftur í Europa. 
Lyklaorð: yrkismenning, royndir við samstarvi millum stovnar, royndir við tvørfaklingum samstarvi.

Spurningar kunnu stílast til John D. Olsen á 567802 ella john@gransking.fo