Úrvalsgransking: veðurlag, umhvørvi og orka
Norðurlendska ráðharraráðið hevur tikið avgerð um at seta í verk eina risastóra norðurlendska verkætlan innan úrvalsgransking.
Verkætlanin, ið hevur fingið heitið ‘Projekt Nordisk Topforskning’, verður sett í verk eftir nýggjár, við eini fíggjarætlan áljóðandi umleið 350 mió. kr. tey næstu fimm árini (2009-2013).
Málið við hesum átakinum er, at styrkja um støðuna hjá norðurlendskari gransking innan veðurlags-, umhvørvis- og orkugransking í altjóða høpi.
- Við hesi íløguni koma norðurlond í fremstu røð, tá talan er um veðurlags- og umhvørvisgransking, samstundis sum nýggir vinnu- og íløgumøguleikar skapast. Hetta sigur svenski ráðharrin í undirvísingarmálum.
Granskingarverkætlanin fevnir um seks øki:
• Árinskanningar og tillaging í mun til veðurlagsbroytting
• Sínamillumávirkan millum veðurlagsbroytingar, ís, kava og jøklar
• Nanotøkni og orkueffektivitetur
• Integrering av vindorku í stórum høpi
• Burðardygg bio-orka
• Útlát og varðveitsla av koltvíiltu
Umframt hesi øki verður dentur lagdur á framkomnar veðurlagsmodellir og Arktiska gransking.
Átakið verður skotið í gongd, tá Norðurlendska ráðharraráðið hittist í Íslandi 26. - 27. februar, 2009.
Les meir á heimasíðuni hjá Norden og á Ministeriet for Videnskab, Teknologi og Udvikling.