Urd Grandorf Bak vart ph.d. um føroyska taraaling
Urd Grandorf Bak, granskingarleiðari hjá Ocean Rainforest, fekki í gjár ph.d. heiti í samband við at hon vardi sína vinnuligu ph.d.-ritgerð undir heitinum: “Seaweed cultivation in the Faroe Islands: An investigation of the biochemical composition of selected macroalgal species, optimised seeding technics, and open-ocean cultivation methods from a commercial perspective.”
Seinastu trý árini hevur Urd Grandorf Bak granskað í taraalingini hjá Ocean Rainforest á Funningsfirði. Úrslitið er m.a. ein neyv lýsing av, hvussu innihaldið í alda taranum broytist gjøgnum árið. Hesa vitan brúka kundarnir hjá Ocean Rainforest, tá ið teir nýta taran í sini matvøruframleiðslu. Harumframt hevur granskingin staðfest, at til ber at seta sáddar taralínur út, og skera 4-6 ferðir í 2-3 ár uttan at sáa av nýggjum. Hetta betrar munandi um møguleikarnar fyri vinnuligari taraaling.
Høvuðsvegleiðari hjá Urd hevur verið Susan Holdt, lektari á DTU Food, og Charlotte Jacobsen, professari á DTU Food, hevur verið samvegleiðari. Ólavur Gregersen, stjóri á Ocean Rainforest, hevur verið vinnuligur vegleiðari.
Próvdómarar vóru Lisbeth Truelstrup Hansen, professari á DTU Food, Jorunn Skjermo, leiðandi granskari á SINTEF Ocean, og Stefan Kraan, granskingar- og menningarstjóri hjá Oceana Organic Products og júst fráfarin forseti í International Seaweed Association.
Verjan fór fram á DTU Food í Lyngby.
Les meira um Urd Grandorf Bak í Heilagrunninum