Upptøkutól á føroysk fiskifør?
Upptøkutól umborð á smærri fiskiskipum minkar um nøgdina av fiski, sum verður tveittur fyri borð, og harvið verður slóðað fyri meira burðardyggari fiskiveiðu. Tað vísir ein granskingarverkætlan, ið DTU Aqua stendur fyri. Jákup Reinert, fiskifrøðingur á Havstovuni, er tó í iva um ein slík skipan er relevant í Føroyskum høpi.
Havdeildin á Dansk Teknologisk Universitet (DTU Aqua) hevur seinasta árið fylgt væl við í, hvat er farið fram á dekkinum á seks smærri donskum fiskiskipum, tá tey hava verið til fiskiskap. Hetta hevur verið gjørt umvegis fýra upptøkutól, sum eru uppsett til endamálið. Allur fiskur sum er komin á dekkið og alt sum er tveitt útaftur er skrásett. Tá spøl og annar fiskireiðskapur er farin at virka, hevur ein onnur skipan skrásett positiónina hjá bátinum.
Verkætlanin er ein undanverkætlan, sum DTU Aqua hevur gjørt fyri Ráðið fyri matvørur, landbúnað og fiskarí . Endamálið við verkætlanini hevur verið at finna útav, um tað er tøkniligt og praktiskt møguligt at nýta sokallað elektroniska eftiransingarskipan umborð á donskum fiskiskipum undir donskum veður viðurskiftum.
Mett verður, at eins nógvur fiskur verður tveittur fyri borð, sum verður førdur til lands í europeiskari fiskivinnu. Orsøkirnar kunnu vera, at fiskurin er ov lítil, at ov lítið fæst fyri fiskin ella at kvotan er uppfiskað.
Jørgen Dalskov, verkætlanarleiðari, sigur við videnskab.dk, at “verkætlanin hevur víst, at tøknin kann fáast at virka undir donskum viðurskitum og umborð á fleiri ymiskum sløgum av fiskiskipum. Data frá upptøkutólunum og sensorunum á GPS’arum, hydraulikskipanum og spølum ger tað møguligt við stórum neyvleika at siga, nær fiskað hevur verið, og hvussu nógv hevur verið tveitt fyri borð. Fyribils vísa kanningarnar, at skipini sum hava luttikið í verkætlanini broyttu fiskimynstur og tveittu minnu útaftur enn onnur skip.”
Upptøkurnar og onnur data verður goymd á 500GB hardiskum, sum DTU Aqua tekur við sær, tá skipini koma í land.
Upptøkuskipanin er ment av kanadiska felagnum Archipelago Marine Research Ltd., sum hevur arbeitt við slíkum tólum síðan 1999. Útgerð frá hesum felagnum verður nýtt í Kanada og verður royndarkoyrd í USA, New Zelandi og Australien.
Jákup Reinert, fiskifrøðingur, heldur, at henda granskingarverkætlanin er áhugaverd.
- Ein slík skipan er serliga viðkomandi fyri fiskaríir, ið eru stýrd við kvotum, og har útblaking av ymiskum ávum er vanlig. Í ES er álagt við lóg, at er fiskurin ov lítil, so skal hann blakast út. Eisini er vanligt, at fiskur omanfyri minstamát verður blakaður út, fyri at kunna fiska meira av stórum fiski, ið gevur betur prís. Er talan um blandaðan fiskiskap við nógvum fiskasløgum, ið hava ymiskar kvotur, so verður tað, ið fiskað verður útyvir kvotuna, blakað út.
Ein vansi við slíkari skipan er, at hon er sera kostnaðarmikil. Ikki einans útgerðin, men eisini tann tíðin, sum skal til fyri at eftirhyggja alt tilfarið, sum verður fingið til vega, heldur Jákup Reinert.
Sambært føroyskari lóg er tað ikki loyvt at tveita fisk út.
- Fyri føroysk fiskifør er hendan skipanin ikki so relevant, tí vit hava ikki kvotur. Men nakað av útblaking er tó í summum fiskaríum, serliga sløg við lítlum ella ongum prísi. Um hetta skal staðfestast, so kundi hendan skipanin verið hent, men tað kostar tíð og pengar, sigur leiðarin á fiskadeildini, Jákup Reinert.