Uppskotið um ES-granskingarsamstarv endaliga samtykt av Løgtinginum
Fyri løtu síðan samtykti Løgtingið endaliga sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Evropasamveldið og Føroya Landsstýri við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Tað merkir, at føroyskir granskingarstovnar og granskarar hava atgongd á jøvnum føti við granskingarstovnar og granskarar í ES limalondunum í 7. rammuskránni fyri gransking og tøkniliga menning. The Seventh Framework Programme for Research and Development, sum skipanin verður kallað á enskum, er aðaltólið hjá ES til at fíggja gransking í tíðarskeiðinum 2007 til 2013.
Les meira um 7. rammuskránna hjá ES á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum og her.
Granskingarráðið fegnast um samtyktina í Løgtinginum í dag. Vit rokna við at hetta kemur at hava stóran týdning fyri føroyska gransking og menning og fyri føroyska samfelagið sum heild.